Í næstu viku fer amerikanski handilsmálaráðharrin, Gina Raimondo, á vitjan í Kina.
Her skal hon hava samrøður við kinesiskar myndugleikar og amerikansk handilsfólk.
- Gina Raimondo sær fram til konstruktivar samrøður í Beijing og Shanghai í døgunum 27.-30. august.
Tað siga tey í amerikanska handilsmálaráðnum.
Fyri fáum vikum síðan varð amerikanska handilsmálaráðið rakt av kineskum telduálopum.
Men, Gina Raimondo er sannførd um, at hon hóast hetta fer á sína ætlaðu vitjan í Kina í næstu viku.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.