HB hevur gjørt sáttmála við 17-ára gamla Andrass Henriksen. Undan honum hevur HB eisini gjørt sáttmála við 17-ára gamla Baldur Niclasen.
- Andrass, sum er miðverji, er uppvaksin í felagnum, og hevur spælt á øllum ungdómsliðum, umframt at hann eisini hevur spælt nakrar dystir í 1. deild. Harumframt hevur hann eisini umboðað føroyska U17-landsliðið, skrivar HB.
Italiumaðurin Adolfo Sormani er nýggjur venjari, og við sær í venjaratoymið hevur hann hjálparvenjaran Giovanni Mazella og kropsligavenjaran Gilberto Voltolina. Nýggir í hópinum eru Magnus Holm Jacobsen og Mohamed Samba, meðan Dan í Soylu er farin til KÍ.