Tað sigur HB venjarin, André Olsen, í samrøðu við Dimmalætting.
Í HB verður framvegis arbeitt við at fáa nýggjar spælarar fyri teir, sum ikki longur eru í felagnum. Hóast tað framvegis verður arbeitt við at fáa hópin upp á pláss, so er boðskapurin hjá HB venjaranum púra greiður, tá ið spælararnir í næstu viku aftur fara at venja:
– KÍ er stórfavorittur, og KÍ keypir bestu spælararnar í Føroyum. Aðra staðni keypa bestu og ríkastu feløgini bestu spælararnar, og tað er einki undarligt í tí, at KÍ keypir bestu spælararnar í Føroyum og leggur aftrat við góðum útlendskum spælarum. Men tað nýtist ikki at vera ein sjálvfylgja, at felagið, sum hevur bestu spælararnar, eisini eigur besta liðið. Vit ætla okkum at bjóða av, og vit fara at leggja nógv fyri í royndini at koppa KÍ, sigur HB venjarin í samrøðuni við Dimmalætting.
Lesið greinina í Dimmalætting við at trýsta her











