Tað var stór gleði í Kyndils-leguni eftir finaluna, har Kyndil tryggjaði sær FM-heitið í kvinnuhondbólti.
Talan var ikki um tann vakrasta hondbóltsdystin, sum hevur verið, og Andreas F. Hansen, sum saman við Sophus Dal-Christiansen er venjari hjá Kyndli, ásannaði, at tað var strævið á beinkinum.
- Vit royndu tað, sum vit kundu, men tað var sera trupult at fáa gongd á spælið hjá okkum. At rópa nyttaði als einki, tí spælararnir hoyrdu einki kortini. Vit royndu tí at geva ymsar instruksir við, tá spælarar vórðu útskiftar, men tað eydnaðist ongan tíð at flyta verjuna, so pláss varð fyri álopsspælinum. Men vit stríðast væl alla tíðina, og at enda var tað nóg mikið, segði Andreas F. Hansen eftir dystin.
Tá somikið harðir dystir verða spældir, kunnu skaðar gerast ein partur av spælinum, men í dag var tað Andreas, sum hevði tørv á ísposanum eftir dystin.
- Eg leyp uppfrá ta einu ferðina, og tá føldi eg ein ordans brest í legginum. So tað er eingin ivi um, at eg havi fingið eina kraftiga fipur, sigur Andreas, sum í síni tíð var ein av stuðulsspælarunum hjá Kyndli. Aldurin er tó farin frá hesum, og sjálvur tók hann nú til, at hann kanska eisini var ov gamal til at vera venjari.