Andreas hevur longt við Víking

Sterki áleyparin heldur fram í Sarpugerði.

Andreas Lava Olsen heldur fram í Víkingi. Tað boðar felagið frá á facebook-síðu sínari í kvøld. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.

32 ára gamli áleyparin hevur verið við heilt frá byrjan í Víkingi í 2008.

Andreas Lava Olsen spældi í fjør 25 dystir fyri Víking, og tað bleiv til seks mál - fýra í landskappingini og tvey í steypakappingini.

Víkingur hevur fingið fitt av tilgongd síðstu tíðina. Jákup Johansen og Ari Olsen eru komnir av Skála, og úr B36 er komin Lukasz Cieslewicz.