Andrias Edmundsson, sum spælir við enska felagnum Sunderland, spældi ein tíma við eykaliðnum í serdysti. Hóast hann bara er 17 ára gamal, so spældi hann ein tíma við U23 liðnum.
Tað hendi í árliga “Bob Stokoe dystinum”, sum er ein lokalur dystur millum eykaliðið hjá Sunderland og barndómsfelagnum hjá Bob Stokoe, Prudhoe United. Bob Stokoe vann FA Cup sum venjari hjá Sunderland í 1973.
Andrias Edmundsson spældi ein tíma í miðverjuni í 2-0 sigrinum. Hann sigur við In.fo, at tað gongur eitt sindur skjótri, og spælararnir eru eitt sindur sterkari enn í U19 kappingini, men at hann kláraði at fylgja við. Hvørtfall skoraði Prudhoe United einki mál.
Um vikuskiftið fingu tríggir spælarar í ungdómsdeildini minuttir á besta liðnum, sum spælir í næstbestu deildini, men er flutt niður í triðjbestu deildina. Millum teirra 16 ára gamli Bali Mumba, sum eisini var liðskipari seinastu fimm minuttirnar.