Andrias: Nú fara vit til Ukraina fyri at vinna (FM1)

(FM1) Hoyr U21-verjuskansan, Andrias Edmundsson seta orð á javnleikin móti Norðurmakedonia og sína fótbóltsyrkisleið í Spania

##med2##

 

Ein av eyðsýndu spælarunum hjá føroyska U21-landsliðnum í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedonia í EM-undankappingardystinum við Djúpumýru í Klaksvík í dag var verjuskansin, Andrias Edmundsson sum spælir fótbólt við Aguilas í sponskum fótbólti.

 

Andrias heldur, at teir megnaðu at halda Norðurmakedonia frá tí mesta, og tí er hann stórt sæð væl og foreintur við verjupartin. Hann droymdi tó um ein sigur tá Lukas Giessing móti dystarenda kom til ein stóran málmøguleika.

 

Andrias slær fast, at nú fara hann og liðfelagarnir til Ukraina, har útidystur verður týsdagin klokkan 16, og teir ætla at vinna tann dystin.

 

Andrias og reportarin hjá FM1, Tróndur Arge skiftu eisini orð um fótbóltsyrkisleiðina hjá Andriasi í Spania. Andrias hevur lært seg spanskt, sigur seg trívast væl, og heldur seg spæla á einum góðum støði.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias Edmundsson. 

 

HER  ber til at hoyra frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá báðum málunum. Hoyr eisini teir báðar taka samanum eitt gott avrik hjá U21-landsliðnum. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan, Andrass Johansen og U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze.