##med2##
Fótbólts-Føroyar fegnast um enn eitt gott úrslit hjá føroyska U21-landsliðnum aftaná 1-1 javnleikin móti Makedonia, ið vit taptu 1-7 og 1-2 fyri í undanfarnu EM-undankapping.
Føroyar – Norður Makedonia 1-1 (1-0)
U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík hósdagin 7. oktober 2021
1-0: Andrass Johansen 8.
1-1: Marko Gjorgjievski 55.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan, Andrass Johansen.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze.
Andrass Johansen staðfestir, at hann skoraði málið við mjødnini aftaná Andrias Edmundsson og Børge Petersen høvdu roynt seg móti málinum hjá Norðurmakedonia. Andrass sigur tað kennast væl tá dómarin peikaði móti miðjuni, og hann kundi staðfesta, at Føroyar vóru á odda 1-0. Andrass heldur, at javnleikur móti einum sterkum norðurmakedonskum liði kann staðfestast at vera eitt gott úrslit.
Bagge heldur sínar menn hava framt enn eitt flott avrik móti einum sterkum liði. Bagge vísir á, at ofta royna tey sterkari londini at koma á odda móti Føroyum tíðlig í dystinum, so hví ikki bara gera øvugt og sjálvur leggja seg á odda, slær Bagge fast. Bagge heldur, at vit kunnu fegnast um javnleikin móti einum sterkum liði. Nú fer hópurin suður til Havnar, og so fara teir at gera klárt at ferðast til Ukraina at spæla útidyst týsdagin klokkan 16.
HER ber til at hoyra frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá báðum málunum. Hoyr eisini teir báðar taka samanum eitt gott avrik hjá U21-landsliðnum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuskansan, Andrias Edmundsson.