FM1: Hoyr hvussu Bagge og U21 fingu enn eitt rimmar úrslit

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málunum Føroyar-Norðurmakedonia 1-1 (1-0) og taka samanum eitt gott úrslit

##med2##

 

Bagga-effektin heldur fram hjá føroyska U21-landsliðnum heldur fram. 

 

Bagge og U21-landsliðið gjørdu tað enn einaferð, megnaðu at taka stig móti sterkari fótbóltstjóð.

 

Í seinastu undankapping taptu vit 1-7 og 1-2 fyri Norðurmakedonia, men í dag kom stigið til høldar.

 

Lítil ivi er um, at Klaksvík fær afturval sum heimavøllur hjá U21-landsliðnum. Klaksvíkingar høvdu lagt nógv fyri at fáa fólk at møta upp, og tað munaði væl hjá okkara óføru U21-monnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge og viðmerkjarin, Teitur Joensen søgdu frá báðum málunum.

 

2) Hoyr Trónd og Teit taka samanum enn eitt gott U21-avrik og úrslit. 

 

Føroyar – Norður Makedonia 1-1 (1-0)

 

U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík hósdagin 7. oktober 2021 

 

1-0: Andrass Johansen 8.

 

1-1: Marko Gjorgjievski 55.

 

Dómarabólkur úr Ungarn: Ferenc Karakó, Istvan Albert, Gergo Vigh-tarsonyi og Mihály Káprály (4. dómari)

 

Føroyar: Bjarti Vitalis Mørk, HB – Hanus Sørensen, Middelfart BK DK, Andrias Edmundsson, CDA Águilas FC SPA Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur (Áki D. Samuelsen, HB, 67.), Stefan Radosavljevic, liðformaður, HB, Noah Mneney, Víkingur (Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF NOR, 67.), Andrass Johansen, B36, Lukas G. Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ (Steffan A. Løkin, B68, 46.)

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan, Andrass Johansen og U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuskansan, Andrias Edmundsson.