Andy Burnham er nýggjur formaður í bretska Labour

Andy Burnham er nú alment valdur sum nýggjur formaður í bretska Labour-flokkinum.

Andy Burnham sigur, at nýggja bretska stjórnin fer at umboða allar partar av Labour-flokkinum. (Savnsmynd). Mynd: Jack Taylor/Reuters.

Tað hendi á eini serstakari landsstevnu hjá flokkinum í dag.

 

Burnham hevði longu mánadagin tryggjað sær nóg stóra undirtøku frá Labour-tingfólkunum til at taka við sum floksleiðari.

 

– Eg eri til reiðar, segði Burnham í røðu síni, har hann samstundis takkaði undanmanninum, Keir Starmer, fyri arbeiðið, hann hevur gjørt sum floksleiðari.

 

Keir Starmer heldur fram sum forsætisráðharri fram til mánadagin, tá hann sambært BBC fer at leggja frá sær embætið fyri kongi Charles.

 

Síðani verður tað Burnham, sum fer á Buckingham Palace, har kongurin væntandi fer at biðja hann skipa nýggja bretska stjórn.

 

Enn er ikki greitt, hvørjir ráðharrar fara at manna nýggju stjórnina.

 

Burnham sigur tó sambært Reuters, at ráðharralið hansara fer at umboða allar partar av Labour-flokkinum.

 

 

 

Andy Burnham sigur, at nýggja bretska stjórnin fer at umboða allar partar av Labour-flokkinum. (Savnsmynd). Mynd: Jack Taylor/Reuters.