Leygardagin 15. mars verður Anfinn Mikkelsen, lorvíkingur búsitandi í Canada, 75 ár. Anfinn er sonur Katrinu og Petur Mikkelsen. Tey vóru bæði ættað úr Gøtu, men Petur gjørdist lærari í Leirvík í eitt mannaminni. Upprunin úr Gøtu merkir eisini ein stóran áhuga og vitan um Gøtu. Tey vóru seks systkin og umframt Anfinn vóru tey Óli, Páll, Jónsvein, Marjun og Eyðleyg.
Petur var sonur Mariu og Jógvan Mikkelsen, á Lakjuni, í Syðrugøtu, og Katrinu var dóttir Onnu Frederikku og Óla Jákup Zachariassen, í Jákupsstovu, í Norðragøtu.
Anfinn fór sum flestir ungir dreingir til skips sum ungur. Hann byrjaði sum kokkadrongur við trolaranum ”Krossteini” hjá Haraldsen í Fuglafirði. Grækaris Hansen úr Norðragøtu, sum var giftur við Onnu, mostir Anfinn, var skipari. Seinni gjørdist Annfinn dekkari og kyndari.
Annfinn fór á preliminer -og studentaskúla í Havn. Í summarfrítíðum og eftir, at hann fekk studentsprógv fór Annfinn aftur at sigla við ymiskum leirvíksbátum. Hetta gav jú ein førning, sum seinni er komin til nyttu í lívinum. Seinni fór hann at lesa til kemiverkfrøðing í Keypmannahavn. Her hitti hann Jytte, sum var sjúkrasystir, og tey giftust. Hon er ættað úr Kollafirði, dóttir Emmu og Carl August Jensen. Tey vóru átta systkin.
Viðurkenning í Canada
Aftaná at Anfinn var liðugur at lesa, arbeiddi hann í trý ár fyri donsku fyritøkuna Nordisk Kabel - og Trådfabrik, sum varð keypt av canadisku aluminiumfyritøkuni Alcan.
Men í 1965 fekk Anfinn í boði at fáa arbeiði í Canada fyri Alcan. Hann kundi velja millum at arbeiða í Arvida eystantil í Canada og Kittimat vestantil,. Hann valdi Kittimat, sum er ein lítil býur, umleið 12.000 íbúgvar, sum liggur einar 700 km. norðanfyri Vancouver, ikki langt frá markinum til Alaska.
Lívsstarvið hjá Anfinni hevur verið at vera leiðandi verkfrøðingur á hesi stóru aluminiumsverksmiðju, sum er so nógv tað størsta arbeiðsplássið í Kittimat, har tað arbeiða eini 2.000 fólk.
Eitt árið arbeiddi Anfinn fyri somu fyritøku í Montreal, hagar hann varð sendur at loysa serligar uppgávur.
Í sínum starvi hevur Anfinn fingið stóra viðurkenning. Hetta er eitt øki, har tað krevjast drúgvar og gjølligar kanningar, og eitt av sínum avrikum hevur Anfinn fingið patent uppá. Hetta var ein uppfinning, sum merkti minni dálking í framleiðsluni, og sum eisini merkti, at brúk var fyri minni orku. Patentið kom hann tó ikki at spinna gull uppá. Tað varð selt til fyritøkuna fyri ein dollara. Tó hevur hann seinni fingið meira ítøkiliga viðurkenning.
Anfinn legði alment frá sær í 1994, men hann arbeiddi kortini fleiri ár afturat sum ráðgevi. Tá ið hann legði alment frá sær í 1994, fekk hann eisini frá leiðsluni á verksmiðjuni tað allarbesta viðmæli, har sagt varð, at hann hevði verið við at menna framleiðslugongdina hjá fyritøkuni.
Anfinn fekk eisini tað ummælið, at hann virdi sítt arbeiðsfólk á sama sum hátt hann virdi síni skyldfólk og vinir, og má hetta sigast at vera ein framúr eginleiki, sum kanska serstakliga liggur til føroyingar, har vit kanska meira meta øll sum líkamenn í størri mun enn í londum, har fá kenna hvønn annan.
Tað skal verða skoytt uppí, at sonurin Jón eisini hevur gjørt seg galdandi við nýhugsan á fiskivinnuøkinum við at menna burðardyggan fiskiskap eftir laksi í áunum. Hetta er eitt fiskahjól, sum sleppur tí smærra laksinum avstað aftur.
Góð umboð fyri Føroyar
Vit eru komin at kennast á ein tilvildarligan hátt. Eg var á eini altjóða fiskivinnuráðstevnu í Canada í 1994. Tá vísti tað seg, at eitt av canadisku umboðunum var júst Jón, sonur Anfinn. Her hendi tað ótrúliga samantreff, at umboð úr Føroyum og Canada vóru fermenningar og ættaðir úr sama túni í Norðragøtu.
Vit hittust í Canada í 2002, og í 2003 fekk eg høvi at vitja tey í Kittimat. Hetta gjørdist ein ógloymandi ferð, ikki minst takkað veri blíðskapinum hjá teimum báðum. Men vit vitjaðu fiskivinnusamfeløg og indianarabýir, og úrslitið gjørdist nakrar framúr frásagnir í FF-blaðnum. Millum annað um indianarahøvdingin James Robertson, vinmannin hjá Annfinn, sum kundi samskifta við djór í skóginum. Hetta hevði Annfinn sjálvur upplivað. Annfinn var eisini óførur at dugna FF-blaðnum við áhugaverdum tilfari úr Canada.
Tey hava verið aftur í Føroyum. Seinast var tað í 2004 og 2006, har tey fingu vitjað sínar nógvu vinir og stóru ætt.
Sigast kann sum heild, at hetta húski hevur verið virðilig umboð fyri Føroyar í útlondum. Tey hava eisini gjørt reklamu fyri Føroyar, tá ið møguleiki hevur verið fyri tí. Heima verður tosað føroyskt, og børnini klára seg væl í føroyskum.
Tey fylgja eisini væl við, hvat ið hendir heima í Føroyum, takkað verið systkjunum, sum eru dúglig at senda bløðini. Og systkini og onnur hava eisini verið dúglig at vitja hóast fjarstøðuna.
Jytte og Anfinn eiga trý børn. Elstur er Petur, sum arbeiðir sum deildarstjóri í einum oljufelagi á Toronto-leiðini. Hann er giftur við Lindu, sum er av kinesiskari ætt. Tey eiga trý børn. Síðan er tað Jón, sum er giftur við Andreu, har mamman er norsk. Jón arbeiðir sum lektor við lærda háskúlan í Vancouver. Tey eiga tvey børn. Yngst er Katherine, sum er einsamøll, og sum arbeiðir sum tryggingarumboð í Vancouver.
Tey fluttu úr Kittimat fyri nøkrum árum síðani, og nú er høgligari at vitja børnini.
Vit ynskja Anfinni hjartaliga tillukku við teimum 75 árum. Ynskt verður eisini tillukku við gullbrúðsdegnum, sum var í fjør.
ó.