Tað sum er merkisvert við hesi innskrift er, at tað sæst á henni, at Angelica hevur sitið einkja í ikki færri enn 60 ár.
Tí verður henda frásøgn fyrst og fremst um lagnuna hjá Angelicu, og um son hennara Palli Henriksen, sum millum onnur álitisstørv var býráðsformaður í Havn.
Palli gjørdist faðirleysur longu trý ára gamal. Pápin, Johannes, hevði verið soldátur á Skansanum. Men hann doyði av vanlukku, gasseitran, umborð á sluppini Surprice hjá Vágsbotnhandlinum, har Hósvíks Jákup var skipari. Eftir sat Angelica við fýra smábørnum, tveimum gentum og tveimum dreingjum og undir umstøðum, sum tá vóru luturin hjá einkjum, nevniliga tær beru hendur. Men heilt eiðasør var hjálpin kortini ikki. Keypmennirnir í Havn útvegaðu Angelicu eina bindimaskinu, ein tann fyrsta í landinum. Tí kom hon at binda fyri fólk, og hetta gav mat í munnin.
Sagt varð, at tað var neyvan dagur, at Palli antin til ella frá arbeiði, ikki fór inn til mammuna á Áarvegnum. Hann vísti henni stórt takksemi fyri tað, sum hon hevði verið fyri hann í uppvøkstrinum.
Í politikki vildi Palli eisini berjast fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum komu soleiðis fyri sum mamma hansara og hansara systkin.
Verður hugt eftir søguni hjá Angelicu, sæst hvussu hørð lagnan eisini hevur verið hjá hennara forfedrum.
Pápi Angelicu fórst við Løwenørn í 1882
Ættin kemur úr Kunoy. Abbi Angelicu æt Ole Jacob Larsen, f. 1816, hann var av Nesi í Eysturoynni. Hann giftist við Julionnu Thomas-Johandatter í 1843. Hon var longu tá einkja og hevði mist ein son. Í 1860 eiga tey fýra børn. Men sjúka kom í húsið, og í 1865 doyr Óla Jákup og elsti sonurin árið eftir. Í 1870 standa húsini tóm, og børnini eru hjá góðum fólki.
Eitt av børnunum var Lars ella Læars, pápi Angelicu, og hann vaks upp í Mikladali. Eitt heysti fer hann saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði, tá verða teir tiknir av einum skalvalopi. Hin maðurin fer til sjós og hvørvur, meðan Læars steðgar á bakkatromuni. Dagurin leið, og eingir menn komu aftur, so varð farið at leita. Men tá kom rættiligt harðveður og myrkur, so ikki var farandi í brattlendi, tó at teir hoyrdu róp niðri undir sær. Í lýsingini var farið avstað aftur. Tá finna teir Læars við brotnum beinið.
Læars giftist um 1872 við Cathrinu Sophie Michelsen av Toftum, og tey búsetast á Selheyggi í Klaksvík.
Men stutt vardi eydnan. Læars hevði verið til skips nøkur ár við skipunum hjá Klaksvíkshandlinum. Um várið 1882 fer hann við Løvenørn, ið gekk burtur 25. mai við 11 monnum, í Breiðuvík á Vesturlandinum. Eftir sat einkja við fimm børnum. Eisini fórst beiggi Læars, Thomas Johan, 28 ára gamal. Hann var giftur og átti ein son.
Løvenørn fórst nakað samstundis sum Bella við 10 føroyingum á somu leiðum og var hetta fyrsta stóra skipsvanlukkan eftir at skipsfiskiskapurin tekur seg upp í 1872. Líkini róku á land og vórðu jarðað har.
Fyri nøkrum árum síðani vitjaði John Lassen leiðini. Abbi hansara var ein teirra sum fórst. Hansara frásøgn var prentað í FF-blaðnum, og kann finnast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
gamla heimasíðan,
blað nr. 270.
Eitt av børnnum hjá Læars var Angelica, sum eins og mamman og omman gjørdist ung einkja við smáum børnum undir heilt øðrum umstøðum enn vit kenna í dag. Umframt Palla fekk Angelica sonin Anker. Hann fór til Vágs at vera við til at gera elverkið, og her bleiv verandi. Laura og Magdalena fóru niður til Danmarkar.
Um Palla
Tað kann ikki undra, at Palli í politikki vildi gera nakað fyri at bøta um korini hjá teimum, sum ikki vóru væl fyri.
Tað var eisini skjótt, at Palli kom uppí arbeiðararørsluna, og sagt verður um Palla, at har hann var, var hann eisini heilur.
Palli sat nógv ár sum nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eitt skifti var hann formaður. Hann var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag eitt skifti, og hann var grannskoðari í FA í nógv ár.
Palli varð valdur í býráðið í Havn á lista hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í 1941, men aftaná 1952 umboðaði hann Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hann sat í býráðnum í 28 ár, og formaður var hann í 10-11 ár, fyrstu ferð í 1944.
Palli kom á ting í 1939, hann varð tingmaður í 10 ár.
Í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag sat Palli sum formaður og nevndarlimur í samfull 24 ár frá 1940-65.
Palli var giftur við Elisabeth í Snikkarastovu. Hon var honum ein góður stuðul, og livdi heilt upp til leiklutin sum kvinnan aftanfyri mannin. Hon man eisini onkuntíð hava lýtt honum onkur ráð í oyra. Tað verður eisini sagt, at tað vóru ikki nógv sum tordu at seta Petur M. Dam uppá pláss. Men sjálvt hetta bakkaði Elisabeth ikki fyri.
Tey bæði Palli og Elisabeth fingu børnini Andreas, Arnold, Jonu, Kirstin og Jákup.
Tey fingu eisini børnini Anna og Andrias, sum doyðu smá. Tey standa eisini á gravsteininum.
Tað kann lesast meira um Palla á heimasíðuni hjá FF, blað nr 282.
Um Jonu
Tann sum hevur verið nærmast at taka arvin upp eftir pápan er Jona, sum bæði hevur verið í býráði og løgtingi. Hon var so sanniliga eisini ein sum brendi fyri teimum veiku í samfelagnum.
Vit bæði vóru bestu vinir, og eg prátaði við hana nakrar heilt fáar dagar, áðrenn hon doyði á ellisheiminum, har eg ofta havi vitjað.
Sjálvur havi eg eitt sera fitt minni um Jonu, sum doyði í fjør. Ein dagin fekk eg eitt borðflagg á fóti av føroyskum gróti, sum var frá »vinkonunum á ellisheiminum.« Hetta verður goymt sum reyðagull!
Næsta grøv í røðini verður tann hjá Poul Effersøe.
Keldur: J. Símun Hansen, FF-Blaðið