Angilie J. Olsen nýggjur leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri

Angilie Johannesen Olsen avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann hevði tikið við leiðarastarvi í bygda- og ungdómshúsinum á Strondum, har hann og familjan  hava bygt sær hús, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Angilie hevur útbúgving sum heilsuhjálpari og hevur starvast innan Bú- og heimatænastuna, seinastu 12 árini sum bólkaleiðari. Angilie byrjar í leiðarastarvinum í ungdómshúsinum 1. januar 2024.

 

Ungdómshúsið Pakkhús 4, PH4

 

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung á Tvøroyri møtast at hugna sær og hitta javnaldrar í einum umhvørvi skipað eftir SSP samstarvinum.  

 

Kommunan ynskir støðugt at víðka um innihaldið og virksemið í pakkhúsinum, saman við leiðaranum, og dugnaligu og kreativu starvsfólkunum, ið hava sína dagligu gongd í PH4.

 

Eitt av aðalmálinum fyri PH4 er, at ungdómshúsið skal rúma øll ung á Tvøroyri, har leiðarin, starvsfólkið í PH4 og kommunan leggja seg eftir, at pláss er fyri øllum góðum hugskotum, ið eru til frama fyri børn og ung her á staðnum.

 

Ungdómshúsið mennir seg støðugt, og sæst hetta eisini aftur í, at fleiri og fleiri børn vitja í hugnaliga pakkhúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar kommuna millum annað á tvk.fo.