Angus letur upp í nýggjum hølum í Klaksvík

Konseptið, Angus, er rættiliga gjøgnumført og verður ikki vikið frá krøvum um góðsku á vøru og tænastu. Tað skal ganga skjótt og smidliga fyri seg í einum vinarligum umhvørvi.

Tekst og myndir: Dávur Winther

Angus, sum upprunaliga upp í 2015 letur upp í nýggjum hølum í Klaksvík í morgin, mánadag.

 

Í 2020 tók P/f. SMS yvir og hevur rikið Angus síðani. Her fært tú ein góðan búff, ein laksabita ella leskiligan burgara fyri ein rímiligan penga. Miklagarður veitir kjøtið, sum boðar frá bestu góðskuni, ið er aðalmálið hjá fyritøkuni. 

 

Í 2021 eru bæði Angus í Havn og í Klaksvík umvæld, so hølini eru rættiiga flutt fram í tíð við nýmótans innrætting, búnýtum og innbúgvi.

 

Tey leggja seg eftir at hava føroyska list á veggjunum, at gera upplivingina enn betri. Tú fært sama góða prís og góðsku, sum altíð, tó við uppaftur fleiri valmøguleikum úr matskránni. Og so er sjálvandi eisini ein framúr góð salatbar, sum hevur frískt og nýskorið grønmeti.

 

##med2##

 

Í Klaksvík eru tey farin rættiliga grundiga til verka í sambandi við umvælingina og hava tikið alt í botn. Nýggjar kloakk- og aðrar leiðingar, nýggjan køk, pannur, ovnar og útsúgving. Nýggj innrætting, nýtt innbúgv - Ja, stutt sagt alt nýtt og sera snotiligt.

 

Enntá hava tey lagt nýggjar flottar flísar uttanfyri og lagaliga rampu til koyristólar.

 

##med3##

 

Royndardøgurði

 

Í gjár varð so boðið inn til eina undanupplatingin, fyri at royna allar skipanir, bókingar, køkin, so kokkurin og starvsfólkini annars sluppu at royna seg, og gestirnir kundu leska sær av spennandi matarskránna í nýggju og serstøku hølunum.

 

Jú, her var beinleiðis hábærsligt og sera sera væl frágingið. Alt virkaði væl - starvsfólkini vand og kvik, eins og tey fylgdu væl við, so tú fekst bestu tænastu. Fleiri ferðir varð tú sturdur: ”Er alt, sum tað skal vera”?

 

Tað, sum er umráðandi, er sjálvandi góðskan, men tá ið tí biður um ein búff: rare, medium, medium+ ella well done, at hann so er tað. Júst hetta dugur Angus væl, sum er týdningarmikið fyri gestin og ta tænastu, hann biður um.

 

##med4##

 

Sum sagt eru hølini rættiliga hugnaliga innrættað, men afturat tí hava tey eina sera góða ljóðgóðsku, so tað tykist, sum tú situr í ”egnum króki”, tó at tú ert saman við fleiri. Prátið ferðast ikki víða, tí her er so væl ljóðdoyvt, at tað at kalla hoyrist ikki millum borðini.

 

Eitt tænasta hjá Angus, sum kann lætta um hjá gestunum, er, at til ber at umbiðja smærri egin høli – enntá við egnari inngongd.

 

Eisini fer at bera til um eina viku at fara innum aðrar dyr, enn høvuðsdyrnar: Mun-Go. Her kanst tú umbiðja mat heim við úr serligari matarskrá, og nýtist tær ikki at fara inn í sjálva matstovuna eftir hesi vøru.

 

##med5##

 

Eini 20 starvsfólk verða knýtt at Angus í Klaksvík við skiftandi tíðum. Tað kunnu sita tilsamans 76 gestir í Angus Klaksvík.

 

Mitt í býnum

 

Angus er mitt í býnum, og kanst tú gleða teg til at royna hesa nýggju og frálíku matstovu, har nærmasti grannin er Mentanarhúsið – beint niðanfyri Christianskirkjuna.

 

Ikki kann sigast annað, enn at Angus rættiliga hevur spílað seg út og hevur lagt árar í sjógv fyri at geva tær eina sera góða heildaruppliving, ið er verd at royna.

 

Dagligur leiðari á Angus í Klaksvík verður Katrin Káradóttir.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

 

 

Tekst og myndir: Dávur Winther