Við tveimum málum frá Onnu Katrinu Mikkelsen, eydnaðist tað felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála at vinna 2-1 í finaluni í vetrarkappingina fyri U15 Gentur í fótbólti, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.
Í gjárkvøldið varð finalan í Vetrarkappingini fyri U15 Gentur spæld Undir Mýruhjalla á Skála. Úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til heimaliðið, EB/Streym/Skála, sum harvið vann gull, meðan Víkingur mátti taka til takkar við silvur krónunum.
Anna Katrina Mikkelsen legði EB/Streym/Skála á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og stutt eftir steðgin økti hon til 2-0. Leiðslan helt sær til beint fyri leiklok, tá Brynhild Janusardóttir minkaði um munin til 2-1. Men tær ljósabláu komu ikki nærri, og so endaði gullið í Sundalagnum og á Skála.
##med2##
Eftir ætlan skuldi finalan í Vetrarkappingini fyri U15 Gentur verðið spæld fríggjadagin 14. februar, men vegna veður varð finalan útsett í eina góða viku. Endaspølini í Vetrarkappingunum fyri U15 Dreingir, U17 Dreingir og U18 Gentur verða spæld sunnudagin 23. februar.