Í kvøld sat hon og spældi Gekk saman við børnunum, tá hon fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 800.000 krónur, og Anna Sofía Mellemgaard valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 300.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni ein vinning á 75.000 krónur - ein fínur vinningur, sjálvsagt.
Anna Sofía Mellemgaard ivaðist ikki og segði, at hon valdi at steðga. - Eg haldi, eg steðgi. Haldi, at hetta er ótrúliga flott, segði kvinnan, sum ringdi úr Hoyvík.