ANNAÐ UMFAR VERÐUR LEYGARDAGIN Í KLAKSVÍK

Annað av fýra umførum í stóru marathon-kappingini verður í Klaksvík leygardagi

Renning

Leygardagin 14. september skipar Ítróttafelagið Treysti fyri øðrum umfari av Daewoo Marathon Cup 2002 í Klaksvík. Kappast verður á ymsum teinum hjá børnum og vaksnum. Seinasta ár vóru einir 60 rennarar við í kappingini í Klaksvík. Teinurin hjá teimum vaksnu hesaferð verður 5 km, á einum strekki sum skal rennast fýra ferðir. Kappingin byrja og endar heilt har úti á Stoksoyravegnum. Runnið verður frá endanum av Stoksoyravegi niðan á Bumshamarsveg og heimeftir til Kelduskákið, har verður snara til vinstru omanaftur á Stoksoyravegin.
Eisini verður barnarenning á Bumshamri leygardagin. Børnini verða býtt í fýra aldursbólkar:
Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni) renna 700 m.
Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994) renna 700 m.
Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991) renna 870 m.
Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988) renna 870m.
Tilmelding fyri allar aldursbólkarnar verður klokkan 11.30 í PitStop.

Kappingin í Klaksvík er samstundis annað umfar av Daewoo Marathon Cup 2002. Tvey tey seinastu umførini verða runnin 12. og 26 oktober, og verður tað ávíkavíst á Toftum og á Kambsdali.
Tað eru Treysti, Bragdið og Roysnið saman við P/F Esmar Simonsen á Kambsdali, sum skipa fyri kappingini.
Daewoo Marathon Cup er samansett av fýra rennikappingum, ið tilsamans verða 42.195 metrar ella tað sama sum eitt heilt marathon til longdar. Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar. Kappingin er skipað fyri bæði kvinnur og menn. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Samlaði vinnarin av kappingini fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3. Sum nakað nýtt er eisini ein bólkur fyri veteranar í ár, tvs. fyri tey, sum eru fødd í 1956 ella fyrr.

Støðan eftir fyrsta umfar, sum var 31. august, er tann, at hjá monnunum er Jonhard Larsen úr Treystinum fremstur, meðan Sigurð Justinussen úr Bragdinum er nummar tvey og Snorri Patursson úr Havn er nummar trý. Íalt 22 menn eru framvegis við í kappingini. Hjá kvinnunum er Rigmor N. Arge úr Bragdinum nummar eitt, meðan Ingrid Patursson úr Havn er nummar tvey. Hjá veteranunum er Óli Olsen fremstur, meðan Steintór Hjaltalin og Ólavur H. Olsen eru ávikavist nummar tvey og trý. Teir eru allir úr Bragdinum.

Eisini Mini Marathon Cup fyri børn
Barnakappingin leygardagin er eisini annað umfar av Daewoo Mini Marathon Cup fyri børn. Hjá børnunum verður kappast í fýra aldursbólkum (sí omanfyri). Daewoo Mini Marathon Cup er eisini samansett av fýra rennikappingum, men verða hesar tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá dreingjum og gentum -13 og -17. Hjá dreingjum og gentum -7 og -10 verður samlaði teinurin 2.109 metrar (ella 1/20 marathon). Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. bert børn, sum hava gjøgnumført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup.