Jonhard Hammer
Aftur í ár var tað FC Music, sum skipaði tiltakinum.
Finn Jensen, sum er stjóri í FC Music, er sera væl nøgdur við kappingina í ár.
? Alt hevur gingið væl, og tað eru nógv ár síðani, at tað hava verið so nógvir luttakarar - heili 65 ungdómar hava roynt seg á palli
? Undirtøkan var størst í Vágum og í Havn. Seinasta ár var songrøddin ikki so víða, sum hon var í ár. Tá var eingin kapping í Klaksvík, og heldur eingin kapping í Sandoynni. Men í ár hevur songrøddin verið runt á øllum plássum, og onkrastaðni hava vit havt tvey kvøld, sigur Finn Jensen
Hann heldur, at støði í ár var sera høgt - serliga millum finallistarnar.
? Tær høvdu góðan teknikk, og røddirnar vóru sera góðar. Ein av dómarunum, tónleikarin Stamen Stantev, helt at tað var framtíð í luttakarunum. Hann helt, at um tær fóru at ganga til sangundirvísing, so skuldi nokk okkurt gott spyrjast burtur úr.
? Arnfríð Lützen er ein góð sangarinda, heldur Finn Jensen. Hon syngur sera væl, og hon er ung. Tað sást, at hon hevði roynt at staðið á einum palli fyrr, og at hon eisini syngur í kóri. Hana fara vit heilt sikkurt at hoyra meiri til í framtíðini.
Ársins songrødd er eitt afturvendandi tiltak, og tað verður aftur næsta ár. Enn er ikki greitt, hvussu kappingin verður skipað, men fyriskiparnir ætla, at luttakarirnir aftur komandi ár sleppa at velja, hvat fyri løg teir vilja syngja.
? Hetta hevur rigga sera væl. Undanfarin ár hava luttakarnir ofta gramt seg um, at sangirnir eru so vánaligir, sigur Finn Jensen, sum eisini heldur, at dømingin hevur verið sera góð í ár.
? Ongastaðni hava fólk gjørt vart við, at tað var skeivur vinnari, sum vann. Finn Jensen sigur eisini, at fólk hava verið sera positiv.
Havnin vil ikki
hava ungdómin
Seinasta ár var finalan í Havn. Og tað var eisini meiningin, at hon skuldi verða í Havn í ár. Orsøking til at hon ikki varð í Havn er, at ítróttarhallirnar ikki vilja hýsa konsertum og dansi.
Hetta heldur Finn Jensen vera sera vánligt, tí tú fært ikki hallinar ókeypis.
? Vit hava í nógv ár goldið í dýrar dómar fyri hallirnar, og tað er í hvussu so er nokk til at gjalda fyri slit av høllini, sigur Finn Jensen.
Hann heldur, at tað er ikki nógv hugsað av polittikarunum í Havn, at ungdómurin verður noyddur at fara við bussum inn í Eysturoynna - á Kambsdal í hálku.
? Vónandi vaknar onkur og fer at gera umstøðurnar hjá ungdóminum í Havn betri sigur Finn Jensen at enda.