Annika Olsen og Tórshavnar Býráð hava nú av álvara megnað at øst norðraru bygdirnar upp. Herfyri var eitt innslag í Kringvarpi Føroya, har kollfirðingar ilskaðust inn á nógv skipini á Signabø og Oyrareingjum. Orsøkin er, at skipini larma ov illa.
Annika Olsen svarar í Kringvarpinum kollfirðingum og sigur, at tey mugu góðtaka støðuna, tí Tórshavnar Havn ikki kann seta ov hørð krøv til óljóð og larm. Um so var, høvdu skipini farið aðrastaðni og tí hevði Tórshavnar Havn mist inntøkur.
Kaldbaksfólk hava seinastu tíðina eisini verið í eini orrustu við Tórshavnar býráð um útbyggingina inni á Sundi. Nú hava kaldbaksfólk og áhugabólkurin í Kaldbak sent býráðnum eitt stuðulsskriv, har tey vísa sín stuðul til kollfirðingar.
- Kravið hjá okkum, sum búgva við ella yvir av havnaløgum, er, at Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Havn fyrst og fremst hugsa um trivnaðin hjá fólkinum, sum býr við havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Vit heita tí á býarinnar myndugleika um beinanvegin at skipa so fyri, at skip, sum liggja við bryggju, ikki eru til ampa ella larma , tá fólkið hevur krav um hvíldar- og náttarfrið, skriva tey í brævinum.
- Kaldbaksnevndin og Áhugabólkurin í Kaldbak stuðla av fullum huga mótmælið, sum íbúgvar á Oyrareingjum og á Signabø hava skrivað undir og handað Tórshavnar kommunu, stendur í brævinum, sum er undirskrivað av Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum fyri Kaldbak.