Annika K. Joensen nýggjur skúlastjóri

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Anniku Katrin Joensen í fyribilsstarv sum skúlastjóra í Skúlanum í Eysturkommunu frá 15. mai 2026.

 

Annika er 47 ára gomul og býr í Saltangará. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2003.

 

Annika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, eisini á serøkinum.

 

Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.