Tað var leygardagin, at ein skjóttgangandi bátur við stjóranum á Vørn umborð, sigldi á sjálvan Brimil, sum stjórin á Vørn varðar av. Báturin hevði nógva ferð, og fólkini í bátinum fingu skaða. Stjórin á Vørn varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini vórðu flutt at Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.
Løgreglan fekk fráboðan um tilburðin, at »ein skjóttgangandi bátur hevði siglt á vaktar- og bjargingarskipiđ 'Brimil' í Vestmanna, og at fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið«.
Løgreglan hevur síðani gjørt kanningar í málinum, og hevur í dag skuldsett ein persón fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum.
– Kanningararbeiðið heldur fram, og fyri ikki at ávirka kanningararbeiđiđ hevur politiiđ ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, sigur løgreglan.











