Fyrsti kappingardysturin fyri Skuru verður móti uppflytara

Hálvan august fer Gylta Djurhuus á Neystabø at spæla dystir í svensku steypakappingini

Talið av føroyskum hondbóltsleikarum, ið spæla uttanlands - bæði kvinnur og menn - veksur alsamt.

 

Komandi kappingarár vera tað tríggir landsliðsmálverjar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið spæla uttanlands á einum hægri støði. 

 

19 ára gamla Gylta Djurhuus á Neystabø, ið vann greipuna við Kyndli fer at spæla við høvuðsstaðarfelagnum, Skuru sum spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Nú er greitt, at fyrstu kappingardystirnir hjá Gyltu við Skuru vera í innleiðandi umfarinum í svensku steypakappingini.

 

Millum 18. og 23. august fer Skuru at spæla tveir dystir - heima og úti - móti Skånela, ið vann næstbestu deildina og flutti upp í bestu deildina. 

 

Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar fyrst í september.