Higartil hevur amerikanska konsulatið hildið til í einum minni húsi á havnarlagnum, sum USA hevur lænt frá Arktisk Kommando síðani 2020. Nú flytur konsulatið í ein nýggjan bygning við trimum hæddum og umleið 3000 fermetrum mitt í miðbýnum í Nuuk.
Upplatingin fer fram samstundis, sum spenningur hevur verið millum Grønland og Danmark á aðrari síðuni og USA á hinari.
Donald Trump, forseti í USA, hevur fleiri ferðir tosað um at taka yvir Grønland, og tað hevur elvt til ónøgd í Grønlandi.
Tí er eisini ein mótmælisgonga fráboðað í sambandi við upplatingina.
Sambært fyrireikarunum fara mótmælisfólk at møta við bannarum og venda ryggin til konsulatið í tveir minuttir fyri at vísa misnøgd við USA.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, verður ikki við til upplatingina.
Tá amerikanska konsulatið lat upp aftur í Nuuk í 2020, vóru fleiri limir í Naalakkersuisut til staðar.
Ritzau
##med2##
##med3##













