Málið snýr seg um eitt Airbus A330-flogfar hjá Air France, sum datt niður í Atlantshavið 1. juni 2009 undir eini ferð í ringum ódnarveðri.
Øll 228 fólkini umborð lótu lív. Talan er um ringastu flogvanlukku í søgu Fraklands.
Tað er kærurætturin í Paris, sum hevur staðfest, at bæði feløgini vóru “fult út ábyrgdarfull” fyri vanlukkuna.
Bæði Airbus og Air France eru dømd at gjalda 225.000 evrur í bót hvør, svarandi til umleið 1,7 milliónir krónur.
Hetta er hægsta bótin sambært franskari lóggávu í málum um óviljað manndráp hjá fyritøkum.
Ritzau/AFP











