Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, fekk leygardagin sín fyrsta sigur, síðani hon flutti úr H71 til Haukar í fremstu íslendsku deildini.
Tað var í grannauppgerðini í Hafnarfirði, at Haukar vunnu spennandi dyst á FH við úrslitinum 26-25, eftir 13-13 í hálvleikinum.
Annika Fríðheim Petersen var skrásett fyri fýra bjargingar.
Hetta var annar dysturin hetta kappingarárið. Tann fyrsti endaði við ósigri ímóti Vali.
Á listanum hjá Haukum var enn ein føroyskur landsliðsleikari. U16-landsliðsleikarin, Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, skifti í summar somuleiðis H71 út við Haukar og Hafnafjørð, og var á fyrsta sinni við á kvinnuliðnum nú leygardagin. Hon spælir bakkur og miðja.
Enn ein føroyskur U16-landsliðsleikari, Silja Arngrímsdóttir Müller, er eisini at finna á Hafnarfjørðinum í Íslandi. Ungi málverjin flutti til Haukar úr Neistanum í summar.
Áður hevur Turið Arge eisini spælt í Haukum.
Støðan í íslendsku Ólisdeildini (hsi.is):
Nr | Lið | Dystir | S | J | T | Mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 59 | 12 | 4 |
2 | Stjarnan | 2 | 2 | 0 | 0 | 52 | 10 | 4 |
3 | ÍBV | 2 | 1 | 1 | 0 | 46 | 4 | 3 |
4 | Fram | 2 | 1 | 0 | 1 | 49 | -3 | 2 |
5 | Haukar | 2 | 1 | 0 | 1 | 49 | -7 | 2 |
6 | KA/Þór | 2 | 0 | 1 | 1 | 42 | -2 | 1 |
7 | HK | 2 | 0 | 0 | 2 | 45 | -5 | 0 |
8 | FH | 2 | 0 | 0 | 2 | 46 | -9 | 0 |