Ársins Brita er ein nýggjur heiður, sum skal heiðra einari megnarkvinnu á kvinnudegnum 8. mars. Fyrr var ein "Brita" nakað negativt, men nú vilja føroyskar kvinnur broyta týdningin av orðinum til nakað positivt og sterkt, fortaldi Liljan Weihe, sum var orðstýrari til kvinnutiltak í Fuglafirði í kvøld. Ein sterk og djørv kvinna, ið stendur við sítt og síni virðir.
Og tað var landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Sólvit E. Nolsøe, sum fyri fullum sali av kvinnum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í kvøld avdúkaði heiðurin.
– Ársins Brita hevur víst dirvi, tí hon tók eina framsøkna avgerð, sum hon visti, kundi fara at kosta henni. Tað krevur styrki at vera trúgv ímóti sínum virðum og veljarum og standa við sítt, hóast brimið brýtur, segði hann og avdúkaði navnið:
– "Ársins Brita" er Annika Olsen.
Hon kom upp á pallin og tók ímóti heiðrinum.
– Túsund takk fyri. Eg eri púra ovfarin av hesum heiðri. Hann hevur nógv meira at siga, enn tit halda, segði Annika Olsen.
Annika Olsen hevur fleiri ferðir tosað opið um, hvussu tað er at vera kvinna í politikki - og ikki minst kvinna við valdi, sum tá hon var borgarstjóri í Havn. Hon er millum annað blivin kallað fyri "ísdrotning" av tí sama, og hetta heitið varð eisini nevnt til tiltakið í kvøld.
Eitt annað dømi er, at Annika Olsen handlaði eftir sínari sannføring, tá hon sum varafólk á løgtingi atkvøddi fyri málinum um sammøður síðst í fjør. At hon gjørdi tað, kostaði henni dýrt. Hon bleiv nevniliga útihýst úr løgtinginum av egna flokki, tí tveir floksfelagar hennara úr landsstýrinum fóru úr landsstýrinum fyri at forða henni at sleppa inn á løgting at atkvøða málið ígjøgnum. Men so hendi tað, at Heðin Zachariassen bað um farloyvi, soleiðis at Annika Olsen slapp inn aftur á Løgting. Hon kom inn og atkvøddi fyri málinum, sum so bleiv samtykt.
– Hetta er ein heiður til mín, ja. Men hetta er ein heiður til allar okkara møður, sammøður, ommur og langommur, sum hava slóðað fyri. Vit hava fingið nógv sløg. Men eitt skulu menninir vita, vit koma enn sterkari aftur, segði Annika Olsen í kvøld, leyst endurgivið.
Hon endaði við at sitera Michelle Obama:
– When they go low, we go high!
##med2##