Annlis bjóðar seg fram

Annlis Bjarkhamar kom sum eitt skot upp í føroyskan politikk og hon hvarv líka knappliga aftur. Men nú er hon á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Suðuroy

Uppstilling

Annlis Bjarkhamar kom sum eitt skot upp í føroyskan politikk, tá ið tjóðveldisflokkurin, rættiliga óvæntað,valdi hana til landsstýriskvinnu í mentamálum í juni í 2002, tá ið samgongan varð skipað eftir løgtingsvalið í fjør.
Men hon fór líka brádliga úr politikki aftur, tá ið Løgmaður segði hana úr starvi í mars í ár í kjalarvørrinum á gøluni, sum tók seg upp, tá ið hon setti nýggja landsfornfrøðing. Sostatt var hon landsstýriskvinna í níggu mánaðir.
Síðani tá hevur onki verið at hoyrt til hana alment.
Men tað verður helst øðrvísi, tí nú er hon í uppskoti at gerast valevni hjá tjóðveldisflokkinum í Suðuroy.
Hon sigur, at síðani valið varð úrskrivað, hevur hon hugsað nógv um uppstilling og hon var komin til ta niðurstøðu, at fekk hon eina áheitan um at stilla upp, skuldi hon ikki bera seg undan.
Men skuldi hon stilla upp, skuldi tað vera á heimplássinum, Suðuroynni.
Og tá ið tjóðveldisflokkurin í Suðuroy hevði uppstillingarfund sunnudagin, varð skotið upp, at Annlis Bjarkhamar skuldi vera eitt av valevnunum og tað játtaði hon.
Men hon leggur kortini dent á, at enn er onki avgjørt um hon sleppur at stilla upp ella ikki, tí enn eru tveir uppstillingarfundir eftir, áðrenn listin er liðugur og tað eru altso tey, sum møta á fundi, sum gera av, hvør sleppur á listan.
Kortini man ógvuliga lítil ivi vera um, at tá ið valevnislistin hjá tjóðveldinum í Suðuroy verður latin inn, er hon eitt av nøvnunum.

Ætlaði at melda seg úr tjóðveldisflokkinum
Tað síðsta vit hoyrdu til Annlis Bjarkhamar, var annars fyri eini góðari viku síðani, tá ið hon umhugsaði at melda seg úr tjóðveldisflokkinum.
Hon váttar, at hon var so ónøgd við framferðina hjá tjóðveldisflokkinum í sambandi við samgongukreppuna, sum førdi til nývalið, at tankin um at melda seg úr flokkinum var farin at spøkja.
?Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg eri ikki bangin fyri at siga mína meining, so eg duldi heldur ikki fyri míni misnøgd við tjóðveldisflokkin, tá ið Fregnir spurdi meg, hvussu eg helt, at flokkurin hevði handfarið samgongukreppuna, ið tók seg upp, eftir at bókin, ?Skjót journalistin? kom út.
? Fólkaflokkurin royndi at spæla bóltin yvir til tjóðveldisflokkin og eg haldi, at tjóðveldisflokkurin skuldi havt verið meiri avgjørdur.
?Hetta málið snýr seg ikki um Anfinn Kallsberg sum so. Hetta er eitt mál, sum snýr seg um trúvirðið hjá løgmansembætinum og hetta er eitt mál, sum eisini snýr seg um, hvat løgmansembætið kann brúkast til.
?Skulu vit hava einar sjálvbjargnar Føroyar, er tað altavgerandi, at fólkið hevur fult álit á politisku skipanina, skulu tey tora at taka tað avgerandi stigið fram ímóti sjálvstýri.
Annlis Bjarkhamar sigur, at trúvirðið á politisku skipanina er sostatt tað mest týdningarmikla fyri framtíð Føroya. Og hon var komin til ta niðurstøðu, at tók tjóðveldisflokkurin ikki neyðug stig fyri at bjarga álitið á politisku skipanini, vóru hennara fortreytir fyri at arbeiðið í flokkinum, ikki longur til staðar.
Men hon leggur afturat, at tíbetur tók flokkurin málið í tí álvara tað kravdi, hóast hann kanska drálaði longri enn hon heldur var neyðugt. Og hon heldur, at flokkurin tók eina rætta støðu við at spæla bóltin yvir aftur har, hann hoyrdi heima.
? Tjóðveldisflokkurin gjørdi greitt, at hann vildi halda fram í samgonguni, men tað mátti vera undir einum øðrum løgmanni. At fólkaflokkurin so sleit samgonguna, varð so teirra støða.
Annlis Bjarkhamar ivast ikki í, at sjálvstýrismálini fara at fylla nógv í valstríðnum og ein høvuðsuppgáva hjá tjóðveldisflokkinum verður at vísa á, at sjálvstýristilgongdin eigur at halda fram.
Men hon eisini, at sosialmál og vinnumál fara at fáa ein týðandi leiklut í valstríðnum.
Annars tók Annlis Bjarkhamar læraraprógv í november, eftir at skúlagongdin varð løgd til viks, tá ið hon kom í landsstýrið. Hon er ikki lærari í løtuni, men hon hevur fingið til uppgávu at samskipa G- tónleikastevnuna í summar og tað fer við tí mesta av tíðini.

Løgtingsess í føðingardagsgávu??
Hetta er fyrstu ferð, at Annlis Bjarkhamar stillar upp.
Og hvør veit, kanska fær hon ein løgtingsess føðingardagsgávu týsdagin 20. januar, tá ið hon fyllir 30, sama dag sum valið er.
Men so verður tað í øllum førum í kapping við Hergeir Nielsen, løgtingsmann, sum avgjørt má metast at vera tungvektarin á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Suðuroy. Hergeir var landsstýrismaður í samferðslumálum frá 1991 til 1981 og hann hevur eisini verið løgtingsmaður frá 1984-1994 og aftur síðani 1998. tvs í 15 ár.
Somuleiðis er eisini líkt til, at Dan Nielsen fer at stilla uppaftur. Hann hevur stillað upp mangar ferðir og hevur eisini verið varamaður á tingi, men hann stillaði ikki upp seinast. Hinvegin er ikki líkt til, at Rúni Nielsen, sum er varamaður hjá Hergeir Nielsen hetta valskeiðið, fer at stilla uppaftur í Suðuroy, tí hann er í uppskoti at verða valevni í Suðurstreymoy.