HB hevur møguleika at fremja ólavsøkubragd

At Motherwell vann 2-0 á heimavølli ber við sær, at HB møguleikin at vinna seg víðari í europeisku kappingini ikki er burtur

Tá ið HB fyri 32 árum síðani hitti Motherwell fyri fyrstu ferð, var skotska liðið greitt omaná. Tað var í UEFA Cup, og á Fir Park vann Motherwell 3-0, og á útivølli vann Motherwell 4-1.

 

Í kvøld hittust HB og Motherwell aftur. Tað var á Fir Park og í UEFA Conference League. Motherwell vann 2-0. Fyrra málið varð skorað, tá ið eitt korter var farið, og seinna málið varð skorað í 57. minutti. Í báðum førum var talan um royndir við langskoti.

 

Heimaliðið hevði 12 royndir á HB málið, og HB hevði sjey royndir á heimamálið.

 

Heimaliðið vann fimm hornaspørk, og HB vann eitt hornaspark.

 

Heimaliðið vann seg til fimm stórar málmøguleikar, og Bjarti Vitalis Mørk í málinum stóð seg væl.

 

HB vann seg til ein heilt góðan málmøguleika. Tað var stórar tíggju minuttir undan leikloki, at møguleikin stóðst at minka um munin. Heini Sørensen, sum í 70. minutti hevði avloyst Dan í Soylu, var leysur, men tað endaði við hornasparki.

 

Seinni dysturin verður í Gundadali hóskvøldið 30. juli ella dagin eftir ólavsøkudag.