NSÍ er topplið í landskappingini, og í kvøld sær tað út til, at NSÍ eftir ólavsøku bara fer at hava landskappingina og royndina at vinna FM heitið at hugsa um.
Í kvøld átti NSÍ heimavøll í UEFA Conference League í Klaksvík ímóti FC Koper úr Slovenia, og tað endaði við 2- sigri til gestirnar, sum harvið eiga rættiliga góðan møguleika at vinna seg víðari, tá ið teir um eina viku eiga heimavøll.
Átta minuttir undan steðginum sá NSÍ miðvallarin Emil Weihe Joensen beinleiðis reytt kort. Dømt varð fyri ógvusliga takling, og Emil Weihe Joensen og øll hini í heimaleguni vóru á ongan hátt samd við makedoniska dómaran í hesi avgerðini, og eisini í seinna hálvleiki kendu teir á heimaliðnum seg fleiri ferðir at hava marginalirnar ímóti, tá ið 23. maðurin bríkslaði.
Reyða kortið vísti seg fram ímóti dystarenda at hava heilt avgerandi týdning.
Eftir steðgin legði NSÍ væl fyri, og tá vóru fleiri støður og eisini onkrir góðir málmøguleikar, sum tað tíverri ikki eydnaðist at umseta til leiðslu við einum ella tveimum málum.
Tað reið um snarið, og NSÍ hevði yvirvág, men síðstu fimm minuttirnar skoraðu gestirnir tvær ferðir, tá ið teir spældu seg til góðar málmøguleikar.
Harvið tóktist tað ikki at órógva teir, at ferðin úr Slovenia til Føroya var rættiliga long. Ætlanin var, at teir skuldu lenda í leiguflogfari í Vágum í gjárkvøldið. Tað eydnaðist ikki. Slovenararnir vóru í nátt í Malmø, og um middagsleitið í dag komu teir til Føroya við flogførum hjá SAS og Atlantic.
Serliga meint kendist 2-0 málið, tí lítla løtu frammanundan hildu teir í NSÍ seg at hava javna, tá ið Petur Knudsen við høvdinum setti bóltin í netið, men tá kolldømdi dómarin, tí hann vildi við, at Petur hevði gjørt fríspark.
-Vit løgdu væl fyri, og inntil reyða kortið vóru vit greitt omaná. Eftir sera bíliga reyða kortið broyttust fyritreytirnar, men vit høvdu teir har, sum vit vildu hava teir, inntil tað restaði ein lítil løta. Tá skoraðu teir eitt flott mál, men vit svaraðu aftur, og tað var ikki til at skilja, at dómarin kolldømdi tað málið, sigur NSÍ liðformaðurin Petur Knudsen.
NSÍ fer um eina viku at spæla í Slovenia, og tá verður talan um stóra avbjóðing, um tað skal eydnast NSÍ at vinna seg víðari í kappingini. Um tað ikki eydnast, so hevur NSÍ nógv at spæla fyri í landskappingini, og í kvøld var tað hugaligt, at Meinhard E. Olsen miðskeiðis í seinna hálvleiki varð skiftur inn fyri fyrstu ferð, síðani hann fyri stuttum skrivaði undir sáttmála við barndómsfelagið.











