Ólavsøkan verður betri og betri sum árini ganga 

- Eg minnist serliga væl ólavsøkuna í 1992, tá eg var nýklakt pisa og fyri fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum, sigur Páll Isholm

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, tað ætli eg mær avgjørt, sigur Páll Isholm. 

Plagar tú at vera á ólavsøku?

- Ja, ólavsøkan er ein fastur táttur av okkara summari, og hon verður bara betri og betri, sum árini ganga. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

- Tað besta er prátini á einari nokso siðbundnari ferð millum tiltøk og vitjanir. 

Páll sigur, at ferðin hjá teimum á ólavsøku oftast byrjar hjá vinmanninum, Allani Dalsgarð, og síðan gongur leiðin spakuliga niðan gjøgnum býin. 

Hann vísir á, at klokkan er vegleiðandi, og man nær tað, man nær. 

- Løtan á Vaglinum ólavsøkudag við skrúðgongu og Ólavsøkukórinum er eitt av hæddarpunktunum. 

Páll sigur, at seinnu árini hevur hann sungið við í kórinum, og hetta ger ikki løtuna verri. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Nei, tað haldi eg ikki. Kanska ein góðan fótbóltsdyst, men tann tíðin er helst farin. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?  

- Tað kundu verið so nógvar, men ólavsøkuna í 1992 minnist eg serliga væl.  

 

##med2##

Páll sigur, at tá var hann nýklakt pisa og stóð fyri fyrstu ferð á palli í Sjónleikarhúsinum. 

- Vit vóru ein hópur av studentum undir leiðslu av Mikkjali Helmsdal, sum saman við nøkrum eldri sjónleikarum framleiddu og framførdu ólavsøkukabarettina tað árið.  

Hann ásannar, at hetta var eitt serstakliga stuttligt og gevandi summar.  

- Kreppa og sparingar fyltu sjálvandi nógv í kabarettini, men eisini nýggja rúsdrekkalógin, krígspensjónin og viagrapillarin. 

Páll Isholm sigur, at hetta var startskotið til nógvar kabarettir í 1990’unum, tá fólk høvdu brúk fyri onkrum at flenna at í einum annars rættiliga døprum tíðarskeiði í Føroyum.