Ansni bjóðar nú eisini heilsueftirlit

Nýggjasta tænastan, sum Ansni veitir, er tað tey rópa heilsueftirlit, og tað er ein sjúkrarøktarfrøðingur sum undir trúnaði fremur heilsukanningina.

Ansni er ikki bara eitt vaktarfelag. Ymisku tænasturnar, sum felagið veitir, fevna rættiliga breitt.

 

Aimi Justinussen, fyrisitingar- og marknaðarleiðari hjá Ansni, vísir á, at Ansni í dag hevur fimm virkisøki.

 

- Vit hava traditionellu vaktina, og vit hava ávaringarskipanir og vakingartól. Vit hava call-sentur, har vit taka telefonina fyri eitt nú virkir og stovnar, bæði dag og nátt.

 

Hon vísir á, at Ansni eisini hevur yvirvaking av ávaringarskipanum, bæði sum eldávaring og skipanir í samband við innbrot, og fyritøkan hevur eisini eftirlit við lyftum og ymiskum skipanum á virkjum, har neyðugt eitt nú er við støðugum hita ella kulda.

 

- Vit veita flutningshjálp, har vit flyta bilar, bingjur og annað, og vit hava tað, vit rópa tilbúgving við frálæru í fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara, eins og vit eisini hava einaumboð upp á hjartastartara.

 

Aimi Justinussen sigur, at nýggjasta tænastan, sum Ansni nú eisini veitir, er tað, tey rópa heilsueftirlit, og við hesi tænastu kann fyritøkan veita heilsukanningar til starvsfólk á stovnum og virkjum.

 

- Kanningin fevnir vanliga um blóðtrýst, blóðsukur, BMI (vekt, hædd og miðjumát), kolesterol og lungnavirkni.

 

Aimi Justinussen, fyrisitingar- og marknaðarleiðari, sigur, at heilsukanningin, sum Ansni bjóðar, verður framd av sjúkrarøktarfrøðingi undir trúnaði.