Antikk-auktión í Havn

.

Klokkan 13 leygardagin hava fólk høvi at fara í ítróttarhøllina á Hálsi, har uppboðssøla av gomlum lutum verður.

- Hetta eru sannaliga góðir lutir, veruligir antikvitetir, sigur Turid Samró, sum skipar fyri uppboðssøluni saman við tveimum donskum antikvitetshandlaram.

Fyritøkurnar eita Veirhaven og Kim Anthon, sum keypa inn til handlar í Danmark. Turid kennir teir, frá tí at hon keypti innbúgv og annað til Café Natúr.

Yvir 300 lutir verða seldir á uppboðssøluni.

Umboð fyri donsku fyritøkurnar verða við, og teir kunnu greiða frá lutunum.

Turid Samró sigur, at hesir gomlu lutirnir ikki eru dýrari enn so, at fólk flest kunnu bjóða. Tap dýrasta er innbúgv til eina spísustovu, og tað er mett til 7.500 krónur.

Hósdagin og fríggjadagin millum kl. 16 og 20 kunnu fólk fara í ítróttarhøllina at síggja lutirnir. Fyri 10 krónur kunnu tey keypa eitt yvirlit yvir lutirnar.

Og klokkan 13 leygardagin verður so sjálv uppboðssølan.

Uppboðshaldari verður Bjørn á Heygum, sum eisini eru uppboðshaldari á øðrum uppboðssølum.