Vælgerandi arbeiðið hjá Absalon Matras á Norðoyri byrjaði í 1991. Nakrar ferðir var hann saman við dønum í Rumenia við klæðum og øðrum, og hann sá, hvussu ómetaliga stórur tørvurin var á neyðhjálp.
- Eg helt, at hatta kundu vit tað sama sjálv gjørt, og av tí at eg koyrdi buss hjá Sámali Bláhamar tá, spurdi eg, um eg kanska kundi lænt ein buss frá honum, sigur Absalon Matras.
Tað vísti seg, at um sama mundið høvdu onnur eisini biðið um at sleppa at læna buss, og Sámal Bláhamar segði, at Absalon Matras átti at koma uppí arbeiðið.
Soleiðis bar tað til, at Absalon Matras fór at gera túrar til Rumenia fyri samkomuna Immanuel, og hann gjørdi eisini sínar egnu túrar.
Á sínum mongu ferðum hevur Absalon Matras verið víða um í Rumenia, og hann hevur eisini verið nógvastaðni í Pollandi.
Áðrenn Absalon Matras fyllir bussin við klæðum og øðrum, hevur hann lagt ferðaætlan, hvagar leiðin gongur júst tann túrin.
Framvegis fátæksligt á bygd
Hann hevur upplivað mangt og hvat á sínum mongu ferðum.
Absalon Matras sigur, at í flestu býunum hava fólk tað betri enn fyri 20 árum síðan. Men fleiri av teimum fólkunum vita als ikki, hvussu illa stendur til úti á bygd. Tey fáast ikki til at skilja, hvussu vánalig støðan er.
- Nógvastaðni er tað framvegis so, at tey ongan streym hava, einki ferðasamband einki nakað. Til tær bygdirnar kunnu vit ikki fara við bussi, men mugu leiga okkum ein minni vøruvogn, sum kann koyra eftir bønum ella í haganum, sigur Absalon Matras.
Tað eru ikki minst romanarnir, eisini nevndir sigoynararnir, sum hava tað smátt. Hetta fólkaslagið hevur ikki besta orðið á sær, men tey hava eisini verið jagstrað í fleiri øldir og hava tí ilt við at fóta sær. Absalon Matras hevur hitt nógvar romanar á ferðum sínum.
- Sjálvandi hugsa vit eisini um at geva teimum hjálp.
Venur seg ikki við neyðina
Hann hevur sæð nógva neyð hesi 20 árini.
- Men man venur seg ongantíð við neyðina. Eg havi so ilt við at taka tað, tá ið skitin og skóleys børn koma rennandi til okkara og spyrja, um vit hava mat at geva teimum. Tey hugsa meira um mat enn klæðir, sigur Absalon Matras, sum sigur seg mangan hava felt tár.
Á seinasta túrinum hitti hann eina mammu við tveimum børnum. Pápin hevði smittað børnini við tuberklum, og henda neyðars familja hevði ongar pengar at keypa heilivág fyri. Tá læt Absalon Matras tolkin fáa nakað av peningi at keypa heilivág fyri.
- Har eru so nógvir tuberklar, og eg biði altíð tey, sum koma við mær, um at vaksinera seg. Sjálvur havi eg ongantíð vaksinerað meg, og eg skilji ikki, at eg ongantíð eri smittaður. Eg má bara biðja Gud verja meg, so eg kann gera hetta arbeiðið.
Eina ferð har norðuri í Rumenia vitjaði hann í eini bygd. Fólkini vildu fegin vera blíð og fóru út í garðin og kiptu nakrar hønur.
Eftir at gestirnir høvdu etið, sá hann børnini sita og súgva høsnabeinini.
Eina aðra ferð var hann og vitjaði heima hjá eini familju, sum beyð teimum eina máltíð.
- Tá ið vit vóru liðug, segði konan, at hetta var hennara fyrsta máltíð í tríggjar dagar. Tá stakk eg henni nakrar pengar í hondina.
- Men ta óhugnaligastu upplivingina hevði eg fyri trimum árum síðan. Tá vóru vit noydd at flýggja, tí vit vórðu álopin av svongum børnum og vaksnum, sum vildu hava mat og klæðir, sigur Absalon Matras.
***
Skúlabørn læra um samkynd
Felagsskapurin LGBT heldur, at føroysk skúlabørn skulu fáa kunning um samkynd, tvíkynd og transpersónar. Sonja Jógvansdóttir sigur, at felagsskapurin ætlar sær runt á framhaldsdeildum og miðnámsskúlum at greiða frá um LGBT.
- Tey seinastu árini hava vit merkt, at tað hevur veirð ógvuliga nógv kjak fyri og ímóti, og nú halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, og at vit veruliga hava brúk fyri eitt sindur av kunning og upplýsing. Fáa avmystifiserað nøkur ting, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað hevur týning at fáa sett andlit á, so fólk kunnu síggja, at talan er um púra vanlig fólk við púra vanligum størvum.
Seinasta skeiðið hjá Dahl
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur gjørt av at gevast í politikki. Hetta merkir, at tá ið løgtingsval verður aftur, fer hann ikki at stilla upp aftur. Í hesum sambandi staðfestir hann, at tað hevur ongan týdning um løgtingsval verður í næsta mánaði ella um tað verður síðst í 2015, tá ið hetta valskeiðið endar undir vanligum umstøðum.
Vil lækka kostnað
Jákup Sverri Kass tekur við sum stjóri á Vága Floghavn, og tað sær hann sum eitt sera spennandi starv við stórum avbjóðingum. Ein verður at hjálpa til at lækka ferðaseðlakostnaðin, so fleiri fólk fara at ferðast um flogvøllin.
- Tað er í áhuganum hjá Vága Floghavn, at avgjøldini eru so smá sum tilber, fyri at fáa ferðaseðlaprísin niður. Men tað er nú einaferð soleiðis, at í Føroyum búgva 50.000 fólk, sum skulu út og heim, og tað merkir, at Vága Floghavn skal hava fleiri herðar og fleiri fólk at bera tær útreiðslurnar, fyri at fáa avgjøldini niður, sigur hann.
Gott Breivik ikki varð dripin
Rættarmálið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik byrjar, og fjølmiðlarnir fylgja væl við málinum. Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen heldur, at fólk hava brúk fyri avkláring.
- Tað nyttar ikki, at leggja lok á eina slíka hending. Eg haldi, at tað, at fólk hava møguleika at fylgja við í rættarmálinum, er gott fyri øll. Serliga tey, ið eru persónliga rakt at atsóknunum hjá Breivik, sigur hann.
- Tað er gott, at hann ikki bleiv dripin, tí so hevði tað skjótt blivið til tað, at málið bleiv tagt burtur. Ístaðin verða spurnartekin hjá teimum avvarandi og teimum, sum yvirlivdu, minni, tí tey fáa eina ordiliga og neyva forkláring, sigur Eyðun Joensen.
***
- Eg vil náa út til allan heimin. Eg vil gera hár fyri øll tey kendu, og eg nokti at goyma meg her í Føroyum.
Mariann Klein Ivansdóttir, hárfríðkanarkvinna
- Eg elski at liva. So hvør einasti dagur og hvør einasta árstíð er heilt fantastisk. Havi aldrin havt trupulleikar við myrkum ella ljósum tíðum. Bara at fáa møguleikan at uppliva árstíðirnar, er heilt fantastiskt.
Allan Samuelsen, portørur