Regin Eikhólm
???????????????
Kunningartøknin við sínum globala telesamskifti hevur vent upp og niður upp á gomlu innlæringarhættirnar. Tíðin, tá ættarlið eftir ættarlið brúkti somu lærubók, er farin, og spírandi altjóða frælsislyndi í hugaheiminum hjá yngra ættarliðnum setir føroyska málinum alt størri samtíðarkrøv. Hetta er eisini við til at leggja størri trýst á okkara skriftmál við kravi um førleika til nátúrliga og óskert at kunna endurgeva móðurmálið.
Skriftmálið hjá V. U. Hammershaimb, sum í høvuðsheitum byggir á eina søgufjøtraða filologiska konservatismu, megnar ikki nóg væl at endurgeva móðurmálið, hóast hetta skriftmálið hevur verið einaráðandi í útvið 150 ár og hevur havt tíð til at laga seg. Tað kann viðhvørt tykjast sum um fordums nýfikni og takklæti fyri, at vit yvirhøvur fingu eitt skriftmál, hevur blinda okkara sjálvráðandi málmyndugleika soleiðis, at teir ikki (vilja) síggja, at skriftmálið hevur broytingar fyri neyðini, um tað skal kunna umboða móðurmálsligan førleika. Heldur umvent hevur higartil verið roynt at laga móðurmálið til skriftmálið.
Amputerað alfabet
Globaliseringin ger, at vit meira enn nakrantíð hava brúk fyri tí altjóða føroyska alfabetinum, sum vit lærdu fyrr, men sambært Stavtalvu 2000 hjá Føroya Skúlabókagrunni eru bókstavirnir C, Q, W, X og Z ekskluderaðir. Alment standa vit sostatt eftir við einum amputeraðum alfabeti, ið als ikki nøktar okkara málsliga bókstavatørv. Í staðin fyri eina nátúrliga tillagaða málsliga expansión hava vit fingið eina málsliga degeneratión, og við søguliga eftirgjørda skriftmálinum sum referencu-rammu verður føroyingurin dagliga fremmandagjørdur fyri sínum egna móðurmáli. Úrslitið kenna vit alt ov væl. Henda áhaldandi móðurmálstrælkanin hevur fingið mangan føroyingin at halda, at hann ikki dugir at tosa føroyskt, tí tað hann tosar víkir frá tí V. U. Hammershaimb?sku doktrinini!
Tað bøtir sjálvandi ikki um støðuna, at sjálvráðandi málmynduleikin við sínum erkvisna nationalpuristiska hugráki hevur verið eksponentur fyri polariseringina av málinum í tað danifoba ávikavist tað íslandifila rákið. Hetta hevur í ávísan mun gjørt tvímálsliga førleika føroyinga til eitt handicap heldur enn til ein fyrimun, og stendur tað til professorala málførleikan, verður onki broytt í bræði, tí skriftmálið er gott sum er, sigur hann í samrøðu við Útvarp Føroya nú um dagarnar.
Um tað so er føroyska telefonbókin, so vísir eisini hon klárt á tørvin fyri einum broyttum málpolitikki, tí har finna vit hópin av vanligum føroyingum og føroyskum fyritøkum hvørs nøvn byrja við ella innihalda onkran av ekskluderaðu bókstavunum.
Gamlar bygdagøtur ella nútímans vegir og berghol
Um Landsverkfrøðingurin skuldi arbeitt eftir sama leisti sum ráðandi málmyndugleikin ger, so gjørdi Landsverkfrøðingurin bert vegir við atliti til gomlu bygdagøturnar við søguligum varðunum (filologiskt ástøði), og ikki við atliti til tann aktuella tørvin. Men Landsverkfrøðingurin arbeiðir nútímans og kannar bæði struktur og virksemi (lingvistiskt ástøði) áðrenn hann fer undir at gera tær samskiftisleiðir - vegir ella berghol - ið best nøkta tørvin, men virðingin fyri teimum gomlu bygdagøtunum er tann sama.
Gásadalur er eitt gevandi dømi. Yvir fjallið ella gjøgnum bergholið. Í dag standa hesir báðir møguleikar opnir, men soleiðis er ikki statt á málsliga økinum, tí har er framhaldandi bert loyvt at ganga eftir gomlu V. U. Hammershaimb?sku " bygdagøtuni, har teir søguligu fikseraðu varðarnir enn sum fyrr vísa vegin.
Góvu vit hinvegin málinum sama valmøguleika, sum Gásadalsfólk nú hava, hevði lingvistiska ástøði vunnið frama, og ajourførda skriftmálið hevði tá kunna rúmað alt frá tí basalt vísindaliga til tað meiri abstrakta vitborna.
Málið fyri øll
Kravið til málið í dag er, at tað skal rúma einum viðkomandi funktionellum samskiftismiðli fyri øll, og ikki bert fyri ein útvaldan skarða. Ein kanningin herfyri vísti, at okkara stummu filologisku ð?ir eru fyri ungdóminum sum abstrakt-ir fótonglar at rokna, men tað er vælkent, at nærri framburðinum eitt skriftmál liggur, tess betri eru fólk til at stava málið. Intellektuelt er unga ættarliðið helst betri fyri enn nakrantíð, og vit hava eina kompetenta undirvísing, so alt bendir á at sjálvur málpolitikkurin hevur broytingar fyri neyðini. Tey ungu ganga ikki longur í húðarskóm! Eitt grundleggjandi krav til skriftmálið má vera, at tað skal kunna endurspegla móðurmálið og ikki umvent. Har afturvendandi trupulleikar eru, má málið gerast meiri funktionelt og viðkomandi við atliti til tað tosaða málið.
Danir hava tikið við læru frá eingilsmonnum, og ásanna at tað ber væl til at samansjóða móðurmálið og læknalatín. Í 1991 avtóku danir sostatt kravið um dokumenteraðan latínkunnleika fyri lækna- og tannlækna lesandi. Kanska teir kundu hjálpt okkum við skriftmálinum til móðurmálið?
Køvandi bábylonsk máløsing
Altjóða føroyska alfabetið hevði nøktað øllum tørvi á heimafrontinum umframt at rúma mest alt av norðurlendsku alfabetunum og tí enska alfabetinum.
Við altjóða føroyska alfabetinum høvdu vit sloppið undan tí afturvendandi køvandi bábylonsku máløsingini, og óneyðugt hevði verið at týtt ella umdoypt øll heimsins nøvn og hugtøk til "finn upp á føroyskt" ella torskilt stavtalvu-føroyskt. "Hug en hæl og klip en tå" (H. C. Andersen), men gongulagið verður hareftir!
Ein meiri altjóða terminologi og normar annars høvdu kunna givið okkum stóran fyrimun millum annað á útbúgvingarøkinum, tí størru málini hava ráð til kontinueruliga menning av lærubókum. Tað hava smáu málini sum føroyskt hvørki fólk ella fíggjarorku til, og tí kunnu vit gerast eftirbátar, um vit halda fast við verandi málpolitik.
C, Q, W, X og Z hava vitalan týdning í føroyskum skriftmáli
Í tí dagliga brúka vit C-vitaminir, C-tónan og celsius stig ella gradir, °C, og neyvan nøkur starvsumsókn fer avstað uttan hjálagt C V, curriculum vitæ (lívsgongdarlýsing). Victoria hevur eisini krav uppá sítt C, nú djørvu og treisku foreldur hennara endiliga fingu teirra sjálvsagda rætt til føroyska familjunavnið. Og ikki at gloyma C?ið hjá javnaðarflokkinum.
Vit brúka eisini altjóða styttingarnar fyri grundevnir, sum vit kenna frá periodiska grundevnis-systeminum. Hesar eru eitt must innan náttúruvísind eitt nú innan nýggju fiskivinnugranskingina, tá kemisku processirnar skulu útgreinast. Har hevur C ein ómissiligan týdning. Styttingin C stendur her fyri kolevni, Ca fyri kalsium, Cr fyri krom, Cu fyri kopar v.fl.
Ì grundevnis-heiminum annars hava vit W fyri wolfram, Xe fyri xenon og Zn fyri sink. Vanliga brúka vit Watt fyri orku, WC fyri Water Closet, umframt at X og Z verða nógv nýttir í matematiska heiminum. Rómartøl eru eisini vanlig hjá okkum, har C stendur fyri 100 og X stendur fyri 10. Helst skuldu vit eisini kunna stava til heimlig fyribrigdir so sum Prix Føroyar, Jazzfestivalin ella Atlantic Airways. Hjá flestu okkara er eisini stórur munur á seks og sex?
Q stendur kanska eitt sindur fyri seg sjálvan, men status quo er vælkent og ofta brúkt. Annars kemur Q fyri í fleiri orðum og mongum praktiskum styttingum í altjóða samanhangi, og er qua tað ikki uttan týdning! Vit kundu hildið áfram, men hetta er bert fyri at endurtaka nøkur fá ítøkulig dømir, sum fleiri av okkara frælslyntu málfrøðingum og aðrir áhugaðir móðirmálslingar áður hava ført fram - bæði í skrift og talu.
Umbøn og áheitan til allar politiskar ábyrgdarar og móðurmálslingar: Latið altjóða føroyska alfabetið við C, Q, W, X, Z fáa sítt frælsi aftur og mennið skriftmálið á lingvistiskum ástøði so tað kann liva upp til heitið "móðurmál fyri allar føroyingar" við rætti til navna-, skrivi- og frálærufrælsi umframt potentiali til altjóða førleika. Takk fyri.