Tað eru fleiri, sum hava varnast, at fyrrverandi Aqua limurin, René Dif, er í Føroyum í hesum døgum. Dimmalætting visti ikki í gjár at siga, í hvørjum ørindum kendi danin er í Føroyum
René Dif hevur seinastu mánaðirnar rættiliga verið í andglettinum í donskum fjølmiðlum, tí hann varð dømdur eina mánað fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á fyrrverandi damuna hjá sær. Sjálvur er René framvegis sannførdur um, at hann er ósekur.
Fyrrverandi Aqua limurin hevur verið undir nógvum trýsti í Danmark, har serliga fjølmiðlarnir hava gjørt burtur úr sakarmálinum. Fyri at koma burtur frá øllum rokinum í Danmark, valdi hann at koma til Føroya at slappa av.
Á floti
Seinnapartin hósdagin vóru René og tveir føroyskir vinmenn á floti uttanfyri Havnina. Ein skuldi trúð, at fiskimaðurin Dif ikki hevði gjørt annað alt sítt lív, tí væl lá fyri.
Fiskurin, ið var fangaður borðreiddur á Hotel Hafnia og stjórin Martin Restorff, ið var við René á floti, sigur, at fyrrverandi Aqua-limurin var rættiliga stoltur av, at hann fyri fyrstu ferð fekk fisk, sum hann sjálvur hevði fingið til høldar.
Sang fyri Guðrun
Tá Guðrun Sólja Jacobsen fyrr í ár vann finaluna í Stjerne for en aften, var tað júst René Dif, sum gestatónleikarin hetta kvøldið. Hann hevði júst givið sína fyrstu solo fløgu út, men sølan av fløguni hevur gingið alt annað enn væl.
René Dif umhugsar nú at sleppa tónleikinum heilt, og leggja alla orku í sjónleik. René er eftir øllum at døma glaður fyri Føroyar, og hann umhugsar at koma aftur hendavegin.
Fyrrverandi Aqua-stjørnan fer av landinum aftur sunnudagin