Arbeiða alt døgnið

G! Festivalurin nærkast í stórum fetum, og nú vantar bara tað seinasta í at fáa alt upp á beinini. Nú verður arbeitt alt døgnið fyri at megna at fáa alt klárt til teir báðar dagarnar festivalurin er

Syðrugøta: Longu í morgin, hósdag, byrjar G! festivalurin so smátt við upphiting í Losjuni í Gøtu við nøkrum íslendskum bólkum.
Tann nógv umrøddi og leingi fyriskipaði G! festivalurin fer av bakkastokki og endar um vikuskiftið, og fyrireikararnir leggja nú eina seinastu hond á alt, sum skal verða klárt tá teir mongu bólkarnir koma til Syðrugøtu at spæla.
G! hevur leigað sær eini høli til skrivstovu til endamálið. Hølini eru nýtt til at arbeiða í nú uppundir festivalin, og er ætlanin, at tey eisini skulu nýtast til fjølmiðlafólkini undir sjálvum festivalinum. Teldur eru útvegaðar av Farodane, og skrivstovu útgerðin er lænt frá Føroya Banka.

Útlendskir gestir

Nógvir gestir verða á festivalinum. Talan er um fleiri útlendskar gestatónleikarar sum koma henda vegin bara fyri at vera við á G!
? Tað koma yvir 50 útlendskir tónleikarar til Føroya til festivalin. Harafturat eru nógvur frá fólkatónleikarastevnuni, umframt fólk, sum ikki eru á skránni, greiða Jón Tyril og Sólarn Solmunde frá, sum báðir eru primus motor aftanfyri G! saman við nógvum góðum kreftum sum eitt nú Laufey Blaasvær, sum er samskipari av G!
? Ein afrikanari kemur at spæla uppá afrikanskar trummur og harafturat verður ein indari, sum kemur at dansa á glasi. Hann hevur eisini annað áhugavert við eldi og tílíkum við í framførsluni.
Høvuðsnavnið á festivalinum er uttan iva Bomfunk MC´s úr Finlandi. Teir spæla elektroniskan tónleik. Harumframt verða nógv onnur kend nøvn við bæði føroysk og útlendsk. Nevnast kunnu Glorybox, K-System, Eivör, Hanus G. Johansen, Enekk, Xploding Plastix og so framvegis.

Hýsast lokalt

Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at geva útlendskum gestunum eitt so egið upplivilsi sum møguligt.
? Nakrar gamlar konur í Gøtu eru fluttar út meðan festivalurin er fyri, at vit kunnu leigað húsini og hýsa okkara útlendsku tónleikarum. Vit hava valt at lata vera við at senda tónleikararnar á hotell, tí vit vænta, at teir fáa eitt nógv betri upplivilsi her í tí lokala nærumhvørvinum, greiða fyrireikararnir frá.
Umframt at tónleikararnir verða hýstir lokalt, so er eisini høvi fyri tjalding á G! Beint við síðuna av skúlanum við Gøtugjógv verður eitt tjaldingarøkið, og eitt verður eisini á Kambsdali.
Forsølan av atgongumerkjum fór í gongd fyri nakað av tíð síðani, men í fyrstuni varð striltið at fáa rættiliga gongd á. Nú er glið komið á søluna, og Kunningarstovan í Havn hevur longu havt útselt einaferð. Neyva talið av longu seldu atgongumerkjunum er tó ikki heilt greitt enn, men tað er avmarkað. Hetta kemst av, at um veðrið spælir eitt puss, so verða fyrireikararnir noyddir til at flyta festivalin innandura. Tá koma tiltøkini, sum skulu vera á sandinum at vera í ítróttarhøllini á Kambsdali, og tey, sum skulu vera á spæliplássinum verða flutt í Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Føroyskt video

Finski bólkurin K-System skal ikki bara spæla á festivalinum. Teir koma eisini at gera eitt videolag her uppi.
? Tað eru tey somu, sum hava gjørt videoløg fyri Bomfunk MC´s og Darude, sum koma at gera hetta videolagi.
Hetta vil siga, at tað eru góð útlit fyri, at hetta fer at vera víst á MTV og aðrastaðni, av tí at K-System er ein kendur bólkur uttanlands.
Fyrireikararnir leggja nú alla orku í at fáa alt klárt.
? Seinastu vikurnar hava vit verið eini 10 fólk, sum hava arbeitt fulla tíð og meira enn tað fyri at fáa alt klárt, siga Jón og Sólarn.
? Tað er týdningarmikið hjá okkum, at tiltakið ikki miseydnast, tí Grót tolir ikki ein so stóran peningaligan miss.
Nú eru so bara tveir dagar eftir til alt fer av bakkastokki. Einasta tiltak av sínum slag í Føroyum bíðar bara eftir at fara í gongd.
»Eg vóni bara, at veðrið verður gott« tykist at vera tann afturvendandi setningurin í Gøtu nú um dagarnar. So er bara eftir at vita, um veðurgudarnir vísa vælvild ella heldur hava hug at spæla sær eitt sindur við regn og vind um vikuskiftið.