? Lønarhækkingin er ov stór og vit eru heilt avgjørt ikki fegnir um sáttmálan.
? Men vit vóru noyddir at skriva undir.
Vilhelm M. Johhannesen sigur, at hann er ógvuliga ónøgdir við sáttmálan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegi, og Havnar Arbeiðsmannafelag, og arbeiðarafeløgini í Klaksvík skrivaðu undir leygarnáttina.
? Lønarhækkingin er alt ov høg. Avleiðingin av hesum sáttmálanum er, at vinnulív, sum hevur tað sera trupult, fær tað enn truplari. ? Okkara kappingarførið er versnað og í síðsta enda kann tað skjótt føra til, at arbeiðsplássini fara at fækkað í tali.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sipar m.a. til, at hetta kann føra til, at tað ikki fer at bera til at keypa fisk uttanlands til Føroyar at virka og at meiri fiskur fer óvirkaður av landinum, tí nú lønirnar fara so nógv upp, er tað ein spurningur um virkini í Føroyum hava ráð at kappast við útlendsku virkini.
Vilhelm M. Johannesen sigur, at eitt úrslit av hesum sáttmálanum er eisini, at hundraðtals milliónir fara at koma afturat í landskassan.
? Og tað kann stórur vandi standast av tí, um politikararnir brúka tað øktu skattahækkingina til ?fjant og fjas?, sum hann tekur til, tí tað setir enn meiri ferð á búskapurin og leggur enn størri trýst á lønarlagið.
? So skuldi peningurin heldur verðið settur í ein grunn,sum politikarar ikki kundu rørt
Noyddir at skriva undir
Spurningurin er so, hví arbeiðsgevararnir skrivaðu undir ein sáttmála, sum teir halda er so høgur, at hann kemur vinnulívinum aftur um brekkur.
? Vit vóru noyddir at skriva undir sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
? Og tað vóru vit, tí politikararnir hava longu lagt støðið við teimum sáttmálunum, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum og sum hava verið sera høgir.
Vilhelm M. Johannesen sigur, at teir sáttmálarnir mugu takast sum at tað er tann politiski viljin, at lønirnar skulu hækka munandi nú.
? Vit høvdu fingið ógvuliga sterkar ábendingar frá politiska myndugleikarnum um, at lønarlagið skuldi munandi upp. Tí var tað ómøguligt hjá okkum at tvíhalda um, at arbeiðararnir skulu vera teir einastu, sum ikki fáa hesa lønarhækkingina.
? Í veruleikanum var sostatt lítið at samráðast um. ? Støðið varð lagt, og tað lá alla tíðina í luftina, at tað hetta skuldi verða úrslitið - eisini í tí, sum semingsmaðurin legði fram
? Arbeiðarin á flakavirkjunum kann ikki vera tann einasti, sum situr eftir meðan øll onnur fáa munandi lænarhækking, beinanvegin, tey ?fáa penn og pappír í hondina?.
Vilhelm M. Johannesen sigur, at sum støðan var, hildu arbeiðsgevararir tí ikki, at teir høvdu rætt til at leggja landið lamið bara tí at arbeiðararnir kravdu tað sama sum hini.
Men tann fyrsti sáttmálin á almenna arbeiðsmarknaðinum var tann hjá Føroya Tele, og har vóru tit ráðgevarar. Fíggjarmálaráðharrin hevur sagt, at tann sáttmálin ?oyðilegði? hinar samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.
? Hatta er heilt burturvið, tí vit høvdu onki við tann sáttmálan at gera. Tað er rætt, at ávís, avmarkað serfrøði varð keypt frá okkum. ? Men skrivarin hjá okkum hevur ikki myndugleika at gera nakran sáttmála okkara vegna. Og tað skal ongin ivast í, at høvdu vit havt nakað sum helst við tann sáttmálan at gera, hevði hann ikki sæð soleiðis út, tí tað er heilt óhugsandi, sigur Vilhelm M. Johannesen.
Hann ivast ikki í, at hetta verður eisini støðið, sum sáttmálin við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
? Tað er nokk so óhugsandi, at vit ganga við til at lønarlagið verður ójavnt.
Hitt stórmálið, grein 7, sum er um yvirtíð, eru arbeiðsgevararir slett ikki sinnaðir at tosa um, tí tað málið er í gerðarrættinum, sigur Vilhelm M. Johannesen.
Sí eisini greinina: Vit hava ongantíð fingið so stóra lønarhækking
Sí eisini greinina: Fáa 7,10 krónur afturat í lønarhækking
Sí eisini greinina: Ingeborg Vinther:Ávirkar ikki okkara samráðingar