Arbeiðsvanlukka hevur krav eitt mannalív

Vanlukkan hendi í nátt

Í nátt hevur ein arbeiðsvanlukka verið á arbeiðsøkinum á Glyvursnesi og hon hevur kostað eitt mannalív. Tað er ein bilur, sum koyrir grót, sum fór út av og bilførarin læt lív.

Løgreglan sigur, at tað var klokkan 2.30 í nátt, at boðini komu um vanlukkuna. Enn vita tey ikki, hvat er hent, men kanningararbeiðið er í gongd, so tey hava ikki fleiri upplýsingar í løtuni.