Arbeiða við einum harðskapsmáli

Men annars friðarligt á Countryfestivali og Eystanstevnu

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt lítið harðskapsmál norðanfyri. Tað var millum tveir persónar, og hetta verður kannað eitt sindur nærri. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn hevði tað ikki so nógv uppá seg, men annar perónurin skuldi á sjúrkrahúsið, har tey skuldu hyggja upp á hann.

Løgreglan hevur fatur á báðum persónunum og fer at avgreiða málið.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur verið til staðar á Countryfestivalinum, har tey hava tosað við nógv fólk og lagt ímillum, har tað hevur verið upptrekk til ósemjur. Men einki mál hevur verið, og eingin er skuldsettur fyri nakað. Vaktleiðarin heldur, at løgreglufólkini hava gjørt fyribyrgjandi arbeiði í so máta.

Seks ferðir hevur verið neyðugt hjá løgregluni at sent sjúkrabilar á Countryfestivalin, har fólk eru dóttin, hava fingið skaða ella hava fingið ov nógv at drekka, sigur hann.

Í Havn vóru nógv fólk í býnum, meira enn løgreglan hevði væntað, men har var heldur einki mál at skriva heim um, heldur ikki av Skálafjørðinum, har Eystanstevna hevur verið.