Valplakatir fyri og ímóti uppskotinum um at avmarka fólkatalið í Sveis til 10 milliónir. Fólkaatkvøðan verður hildin í dag. (Savnsmynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix)

Sveis velur um fólkatalið skal avmarkast til 10 milliónir

Sveisarar fara í dag á val at taka støðu til eitt uppskot um at seta eitt loft á fólkatalið í landinum.

Valplakatir fyri og ímóti uppskotinum um at avmarka fólkatalið í Sveis til 10 milliónir. Fólkaatkvøðan verður hildin í dag. (Savnsmynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix)

Fólkaatkvøðan hevur fingið stóra umrøðu og verður av summum samanborin við brexit-atkvøðuna í Bretlandi, tí hon kann fáa stórar avleiðingar fyri bæði búskapin og sambandið hjá Sveis við ES.

 

Uppskotið er lagt fram av tjóðskapar- og konservativa flokkinum Sveisiska Fólkaflokkinum (SVP) og byggir á stúran um innflyting, trýst á almennar tænastur og bústaðarmarknaðin.

Sambært uppskotinum skal fólkatalið í Sveis ikki fara upp um 10 milliónir í 2050. Almennar framrokningar vísa tó, at markið helst verður rokkið longu fyrst í 2040’unum.

Verður uppskotið samtykt, verður tað fyrstu ferð, at eitt land við lóg setir eitt ávíst mark fyri fólkatalið.

– Um fólkatalið fer upp um 10 milliónir, verður ov trongt, og innflytingin eigur at verða avmarkað, sigur Helen Gulea úr Zürich, sum hevur atkvøtt fyri uppskotinum.

Fær uppskotið meiriluta, kann tað eisini fáa avleiðingar fyri avtaluna millum Sveis og ES um frælsa arbeiðsmegi. Tá markið á 10 milliónir verður rokkið, kann ein tilgongd verða sett í gongd, sum kann enda við, at Sveis sigur upp avtaluna.

Innflytarar hava stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin í Sveis. Sambært BBC eru umleið helvtin av teimum, sum arbeiða á hotellum í landinum, innflytarar.

Samtíðis gerst fólkið eldri. Meira enn 20 prosent av sveisarum eru nú eldri enn 65 ár.

Nýggjasta veljarakanningin bendir á, at meirilutin er ímóti uppskotinum, men eldri kanningar hava víst, at úrslitið kann gerast sera javnt.

 

Valplakatir fyri og ímóti uppskotinum um at avmarka fólkatalið í Sveis til 10 milliónir. Fólkaatkvøðan verður hildin í dag. (Savnsmynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix)