Í desember mánað í fjør, vóru 898 føroyingar arbeiðsleysir. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at í desember var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 883 fólk og tað svarar til 3,2 prosent. Tað eru eitt fleiri enn í november, men 265 færri enn fyri einum ári síðani. Árstíðarjavnað arbeiðsloysið er er reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at tað ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Tá í arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, var tað 898 fólk í tal í desember og tað svarar til 3,3 prosent. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013. Hagstovan sigur, at í 2014 minkaði arbeiðsloysið eitt sindur meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5 prosent, niður í 343, ið eru 2,3 prosent.
Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0 prosent, niður í 541, ið eru 4,3 prosent. Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum 173, og hjá kvinnum, 87. Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru bæði tey, sum eru í ALS og tey, sum eru skrásett sum arbeiðsleys hjá Almannastovuni.
|