Archibald Black millióningur

Sum liður í vinarbýarsambandi millum Klaksvík og Norrkøping, er fingin í lag áhugaverd listaframsýning á Ríkisbókasavninum í Norrkøping, sum lat upp hósdagin.

Norrønafelagið í Norrkøping hevði fingið til uppgávu at skipa fyri øllum tí praktiska í samband við framsýningina. Framsýningin varð latin upp á tignarligum støði við ongum verri enn mentanarnevndarformanninum í Norrkøping, Lennart Jansson, sum við hópin av tænastufólki møtti upp m.a. Monica Rosander, ið er leiðari fyri internationalum samhandli, og Bjørn Johansson, kommunaldirektøri. Eisini spældi eitt jazz-orkestur við ungum sera dugnaligum næmingum frá ungdómsmusikkskúlanum í Norrkøping. Síðan spældi Pætur við Keldu klaver m.a. við løgum úr nýggju fløgu síni Simplicity, sum fagnaði áhoyrarunum væl.

Talan er um tey bæði Archibald Black og Magnu Auðunsson, sum skulu sýna fram á hesum kenda stað, har dagligi fólkasteymurin liggur um eini 5000 fólk.

Tað vóru nógv vøkur orð áskoðararnir høvdu at bera hesum evnaríku og lítilætnu listafólkunum úr Klaksvík ? Serskild list, vakrir litir, ²kul², flott motivir, hvar hava tit lært, og so framvegis. Í vissini um, at talan mátti vera um fulltíðar listarfólk, spurdi ein sera áhugaður hyggjari spakuliga Archibald, um hann var millióningur. Tá ið Archibald varisliga vísti aftur, at hann var millióningur, orsakað av málningalistini, men at seyðurin og hamarin, saman við konuni helt honum uppi, var svarið sannførandi frá svianum: ²..Så bli´r du det snart²!

Listafelagið í Norrkøping Kronen við m.a. Åke Bjurhamn og Bo Olls, sum m.a. hevur prýtt De Geerhøllina í Norrkøping við skulpturum, var eisini komið at vitja framsýningina og stóðu teir eisini spyrjandi, tá ið talan ²bert² var um frítíðarlistafólk. Teir bóru framsýningini nógv lovorð og hildu, at Føroyar mátti vera eitt sera kveikjandi stað. Og ikki gekk leingi til, at nøvn og adressur vóru latin hvørjum øðrum við avtalu um, at ²next stop² var framsýning í Klaksvík.

Teir buðu altráðir inn í felagshøli teirra Kronen, har listaprátið gekk so listiliga. Frá kommununi leiga teir sera sámiliga rættuliga rúmlig listaverkstøð, har hvørt listafólk hevur sítt egna verkstað ? Heili 20 verkstøð eru í tveimum húsum. Tí dugdu teir illa at skilja, at so góð list kom úr einum kjallara ella undan einum lofti í Føroyum.

Tað var ikki sørt, at hesi bæði lítilætnu listafólkini úr Klaksvík fóru eitt sindur errin heim til hús hetta kvøldið, eftir strævnar dagar við at hanga myndir upp - Styrkt og vissað um, at talan eisini var um dugnalig listafólk úr Klaksvík, sum vóru komin til henda kenda og ríka bý, sum hýsir 122.000 fólkum, Ericcon, Holmen Pappírsverksmiðjuna, lunnavagnum og einum sera virknum og breiðum mentanarlívi.

Norrønafelagið skipaði fríggjadagin fyri tíðindafundi á Ríkisbókasavninum. Eisini hevur eitt Føroyingakvøld verið, har ein rættur Føroyavinur, Ann-Charlotte Johansson, las upp yrkingar, týddar til svenskt og greiddi hugtakandi frá, hvussu Føroyar høvdu bergtikið hana, og at har búði eitt serstakt fólk við ríkum siðaarvi og við vissuni um, at ²her er verðsins nalvi².

Pætur við Keldu spældi klaver og greiddi frá nýggju fløguni. Dávur Winther greiddi við vøkrum mynda- og talleiki umvegis telduvørpu frá vinnu- og mentanarlívinum í Klaksvík og Føroyum í síni heild.

Ferðin er eisini komin í lag við hollum stuðli frá vinnulívinum í Klaksvík og úr meginøkinum annars; og varð víst á henda táttin sum umráðandi og týðandi í einum framkomnum samfelag, har mentan eisini er ein ²økonomiskur faktor², sum tikið verður til.