Argentina gjørdist í dag fyrsta landið í Latínamerika, sum hevur lóggivið um fría fosturtøku. Ein meiriluti í Senatinum í Buenos Aires samtykti eina lóg, sum loyvir fosturtøku til og við 14. viku.
Avgerðin minkar um siðbundu stóru ávirkanina hjá katólsku kirkjuni í heimspartinum.
Ein meiriluti upp á 38 ímóti 29 samtykti nýggju lógina í nátt, eftir sera drúgvt kjak, sum byrjaði í gjárkvøldið.
Higartil hevur fosturtøka einans verið loyvd, um kvinna hevur verið neyðtikin, ella um ein føðing setti lívið hjá kvinnuni í váða.
Fyri tveimum vikum síðani fall eitt líknadi lógaruppskot á málstrikuni, tá ein meiriluti upp á 38 ímóti 31 atkvøddi ímóti.
Stigið til lógina kemur frá landsins mið-vinstra forseta, Alberto Fernández, sum ikki hevur lurtað eftir hørðu mótmælunum frá katólsku kirkjuni og konservativum bólkum.
– Eg eri sjálvur katólikkur, men eg má gera landsins lógir fyri øll, sigur Fernández.
Hvørt ár verða 38.000 kvinnur viðgjørdar á sjúkrahúsum eftir at hava framt ólógliga fosturtøku. Síðani Argentina aftur fekk fólkaræði í 1983 eru yvir 3.000 kvinnur deyðar eftir ólógliga fosturtøku.
Sambært uppgerðum hjá stjórnini verða framdar millum 370.000 og 520.000 ólógigar fosturtøkur í Argentina á hvørjum ári.
– Viðtøkan av eini lóg, sum ger fosturtøku lógliga í einum so stórum landi sum Argentina, styrkir stríðið hjá kvinnum fyri rættum í Latínamerika, sigur Jian Pappier frá mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch við Reuters.
Hann heldur, at tað fer at fáa eina dominoeffekt, so frí fosturtøku fer at breiða seg til fleiri lond í Latínamerika.
Frans pávi er føddur í Argentina.
Tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Senatinum var almannakunngjørd, hoyrdust fagnaðarróp frá fleiri túsund fólkum uttan fyri senatsbygningin í Buenos Aires, og ein mannamúgva veiftraði við grønum fløggum og turriklæðum, og grønur roykur varð sendur yvir økið.
Grønt symboliserar kvinnurørsluna í Latínamerika.
– Vit megnaðu tað, systrar. Vit skaptu søgu. Vit framdu tað í felag. Eg havi ikki orð fyri hesi løtu, stendur í einum tweeti frá Monicu Macha, sum er senatslimur úr flokkinum hjá Alberto Fernández, forseta.
/ritzau/AFP