Ongland legði seg á odda tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá Anthony Gordon skoraði eftir upplegg frá Morgan Rogers.
Men argentinararnir góvust ikki. Eftir 85 minuttir javnaði Enzo Fernández við einum langskoti, og í yvirtíðini stútaði innskifti Lautaro Martínez sigursmálið eftir upplegg frá Lionel Messi.
Messi átti uppleggið til bæði málini og hevði ein avgerandi leiklut í at venda dystinum.
Við sigrinum er Argentina í HM-finaluni fyri aðru ferð á rað. Har bíðar Spania, sum fyrr hevði tryggjað sær finaluplássið.
Ongland hevði annars góða støðu eftir leiðslumálið, men dró seg ov langt aftur á vøllin og megnaði ikki at svara aftur, tá Argentina setti trýst á móti endanum.
Fyri Ongland merkir tapið, at liðið framvegis má hyggja heilt aftur til 1966 fyri at finna seinastu ferðina, tað spældi HM-finalu.
Ongland-Argentina
1-0 Anthony Gordon ('55 )
1-1 Enzo Fernandez ('85 )
1-2 Lautaro Martinez ('90+ )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-hálvfinaluni.











