Argjabáturin rakk helvtini av tí ætlaða

8-mannafør: Enn eina ferð spældu vestmenningar favorittunum eitt puss á ólavsøku

Undan ólavsøkuróðrinum í 1997 boðaðu teir umborð á Vestmenninginum frá, at hetta var síðsti kappróðurin hjá teimum. Teir ynsktu at enda við ólavsøkusigri og harvið FM heiti, og tað eydnaðist hjá teimum.

Í vár varð Vestmenningurin mannaður av nýggjum. Tað vóru fyri tað mesta teir, sum í fjør róðu við 8-mannafarinum Gullbrandi, sum vestmenningar høvdu fingið í Fuglafirði, sum fóru umborð á 10-mannafarið.

Gamla manningin vandi nakað í vár, tá teir fyrireikaðu seg at fara niður á Scillyoyggjarnar. Men tá teir komu aftur úr útlandinum var hugurin kyknaður aftur, og nú vóru tað teir, sum heittu á fuglfirðingar um at fáa loyvi til at rógva við Gullbrandi.

Teir luttóku ikki í teimum fyrstu kappingunum, og undan ólavsøku høvdu teir bara vunnið eitt stig. Men hesar seinastu vikurnar hava teir vant nógv, og tað sást aftur ólavsøkuaftan.

Gullbrandur fekk ikki besta startin. Heldur vóru tað Ørvur og Húsavíkingurin, sum løgdu bragdliga fyri, og tá havt var í huga, at tað vóru hesir báðir bátarnir, sum stóðu seg best í Miðvági, so mátti tað takast sum ábending um, at teir aftur hesa ferð ætlaðu sær at vera við til at gera av, hvussu róðurin skuldi myndast.

Tað eydnaðist hjá Húsavíkingi at gera seg galdandi, men hjá Ørvi kiksaði tað fullkomuliga.

Argjabáturin og Miðvingur kappaðust um FM, og teir lúrdu eftir hvørjum øðrum.

Hjá Miðvingi var alt avgerandi, at hann fekk Argjabátin afturum seg, men tað megnaði hann ongantíð, og so var greitt, at FM heitið fór at enda á Argjum.

Teir, sum mannaðu Argjabátin (tveir av Argjum og so sjey hjálparar úr Havnini og aðra staðni frá), vildu fegnir vinna ólavsøkuróðurin og harvið enda, sum teir byrjaðu kappingarárið, men tað eydnaðist ikki.

Tað varð roknað við, at Húsavíkingurin, sum hevur staðið seg so væl síðstu ferðirnar, skuldi verða teimum boysin, men tað var kanska meiri óvæntað, at Gullbrandur skuldi snýta teir allar.

Vestmennigarnir róðu, sum teir plagdu við Vestmenninginum. Teir lógu ikki serliga væl fyri fyrra partin av teininum, men tá teir vóru komnir á Molan og komu út úr mjørkanum, høvdu vestmenningar fingið ferð á. Húsavíkingur royndi at elta teir, men tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Gullbrandi.

Argjamenn høvdu allir sum ein litað hárið reytt. Tað hjálpti ikki til at vinna ólavsøkuróðurin, og kanska vóru teir eitt sindur vónbrotnir yvir tað. Men í hagtølunum fer altíð at standa, at Argjabáturin var FM vinnari í 1998, og tað var sætta ferðin íalt. Argjabáturin hevur vunnið FM allar seks ferðirnar í níti árunum ? í 1991, 1992, 1994, 1995 og í 1997.

Gullbrandur hevur ongantíð áður vunnið á ólavsøku.

jh