Fyri fyrstu ferð slapp føroyski málverjin hjá ÍBV, Ari í Haraldsstovu Petersen at uppliva at vinna ein dyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á Hásteinsvøllinum í Heimey vann ÍBV stórsigur 6-1 á Keflavík. Ari kundi ikki gera nógv við málið hjá Keflavík.
ÍBV-Keflavík 6-1 (2-0)
1-0 Róbert Elís Hlynsson ('14 )
2-0 Halldór Jón Sigurður Þórðarson ('39 )
3-0 Alex Freyr Hilmarsson ('49 )
4-0 Milan Tomic ('52 )
4-1 Muhamed Alghoul ('61 )
5-1 Róbert Elís Hlynsson ('67 )
6-1 Omar Sowe ('85 )
ÍBV er næstaftast í deildini við fimm stigum, so sigurin kom sera væl við.
Jóan Símun Edmundsson kom ikki á vøllin, tá lið hansara, KA á útivølli tapti 3-5 (0-3) fyri KR.
KA er nummar átta í deildini við 10 stigum.











