Drona rakti kjarnorkuverk í Ukraina

Russar og ukrainar hava fleiri ferðir skuldsett hvønn annan fyri at seta trygdina í vanda við at leypa á økir kring kjarnorkuverkið

Ein drona hevur rakt stóra kjarnorkuverkið Zaporizjzja í Ukraina. Verkið verður rópt Zaporizjzja eftir býnum, sum liggur nærindis.

 

Tað var tíðliga í russiska álopskrígnum, at kjarnorkuverkið fall í russiskar hendur, og tað er javnan, at verkið hevur verið í andglettinum millum stríðandi partarnar.

 

Sambært Reuters kom hol í veggin til eina turbinu á verkinum, tá dronan rakti.

 

Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur leingi ávarað bæði Russland og Ukraina um ikki at fremja álop á verkið, tí tað er sum at spæla við eld.

 

IAEA hevur heitt á russiskar myndugleikar um at umvæla bygningin, sum er raktur, tí tað eru russar, sum hava ábyrgdina av verkinum.

 

Russar og ukrainar hava fleiri ferðir skuldsett hvønn annan fyri at seta trygdina í vanda við at leypa á økir kring verkið.

 

Kjarnorkuverkið er ikki í drift.

 

Kortini er verkið bundið at streymi uttaneftir fyri at hava niðurkølingina av verkinum virknað og fyri at fyribyrgja møguligari katastrofalari kjarnorkuvanlukku.