Tænt kirkjuni við orgulspæli í 40 ár

Les røðuna, sum forkvinnan í kirkjuráðnum, Katrin Højsted, helt fyri fyri Mariannu Joensen, sum hevur tænt Eiðis kirkju við sínum orgulspæli í samfull 40 ár.

Góða Marianna.

Kirkjuráðið ynskir á henda hátt at hátíðarhalda, at tú nú hevur tænt kirkju okkara og okkum øllum við tínum orgulspæli í samfull 40 ár. 40 ár eru ikki 40 dagar, hetta er long tíð. 

 

Nú hava vit hoyrt so nógv gott her frá altarinum og av prædikustólinum, men eg fari at heilsa tær við somu orðunum, tú fekst, tá vit mintust teg fyri at hava staðið fyri sjómanskvinnuringinum her á Eiði í 40 ár.

 

Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína, tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. Orðt. 3,3-4

 

Marianna, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, giftist og flutti til Eiðis í 1976. Tá var hon 23 ára gomul og dugdi ikki at spæla orgul. Marianna byrjaði at læra seg at spæla orgul í kvøldskúlanum á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Lærarar vóru Gunnar Joensen úr Hvalvík og Hans Erland í Brekkunum, sum spældi her í kirkjuni í mong ár, sum vit eisini eru takksom fyri. Ein tøkk skal ljóða til tykkum øll, sum hava tænt og tæna í kirkjuni.

 

Áhugan fyri orgulspæli hevur Marianna ikki frá fremmandum, tí bæði omman í móðirætt og mamma hennara spældu orgul í Kunoyar kirkju.

 

Í bókini «Eingin kirkja uttan kirkjutænarar», greiðir Marianna frá, at tað gingu seks ár, frá tí hon byrjaði at læra seg, til hon spældi fyrstu ferð í kirkjuni. Hetta hendi pálmasunnudag tann 23. mars í 1986. Hon føldi seg als ikki til tað, men har var eingin organistur, og Petur Simonsen, sum júst var byrjaður sum deknur, orkaði ikki at syngja fyri eisini, og hann júkaði til Marianna gav eftir.

 

Sálmarnir, ið sungnir vóru henda dag, vóru fyri lestur: Lat hurðar upp, ger borglið breið og Jesus sjálvur kom til mín. Eftir lestur vóru tað: Jesus lív mítt lívgað hevur og Á bergi stendur vitin hátt.

 

Góða Marianna, vit eru sera glað og takksom fyri tína trúgvu og drúgvu tænastu her sum urguleikari. Altíð væl fyrireikað, fryntlig og løtt í sinni. Vit merkja væl, at tú setur prís upp á at vera í hesi tænastu, sum smittar av upp á okkum onnur. Soleiðis ert tú ein fyrimynd fyri okkum øll.

 

Marianna hevur eisini spælt til andaktir á Mørkini og í Korndalsbýlinum. Nú avloysir hon í kirkjuni við Norðskála, tá tørvur er á tí og tað ber henni til.

 

Eitt, sum eg fegin vil leggja afturat, er, at tú hevur gjørt hetta ólønt. Tað er ikki ein sjálvfylgja longur, at fólk eru í hesi tænastu ólønt. Tað sjálvbodna arbeiðið innan kirkjuna hevur havt og hevur enn ómetaliga stóran týdning fyri kirkju okkara. Vit seta stóran prís upp á hetta. Uttan tykkum sjálvbodnu var eingin kirkja.

 

Góða Marianna, sum tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu, vilja vit við hesi hátíðarløtu vegna kirkjuráðið og kirkjufólkið alt, handa tær hesa gávu og ynskja tær og tínum Harrans ríku signing.

 

Vit vóna, at tú heldur fram sum urguleikari í mong ár afturat. Tú ert ein fyrimynd fyri okkum øll

 

Vit kunnu hóskandi, nú tað er hvítusunnudagur, enda við bønini í seinasta ørindi í sálminum

 

Lat hurðar upp, ger borglið breið:   


Við halgum anda okkum leið,

til sæluheimin vegin greið,

so her vit tær lovsyngja øll

og takka tær í himnahøll!

 

 

 

(Kelda: www.folkakirkjan.fo