Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið byrjaði vælsignað, tá vit í fyrstu viku av 2014 fingu ein son, og hini bæði børnini hjá okkum blivu stóribeiggi og stórasystir. Hetta er eisini tað, sum eg serliga fari at minnast 2014 fyri.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.
- Í kommunalpolitiskum høpi hevur 2014 eisini verið eitt gott ár. Bygt er á árið 2013, og í 2014 hava vit styrkt enn meiri um eina røð av kommunalum tilboðum og tænastum.
Borgarstjórin vísir á, at Vágs kommuna hesi bæði árini hevur uppraðfest børn og ung og barnafamiljur, og nú er fokus sett á tilkomin og eldri, sum komandi ár fáa fleiri nýggj og spennandi tilboð.
Dennis Holm fegnast almikið um, at tað eisini vinnuliga hevur gingið væl í Vági seinastu árini.
- Hetta saman við góðum kommunalum tænastum hevur eisini ført við sær vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað við árslok búgva umleið 1.350 fólk í Vágs kommunu. Inntøkurnar veksa eisini, og haraftrat er Vágs kommuna nú fyri fyrstu ferð í eini 25 ár undir einari álíkning í skuld.
Borgarstjórin sigur, at hetta eisini hevur gjørt tað møguligt at lækka skattaprosentið í Vági í 2014 og aftur í 2015.
- Eg síggi fram til, at vit í Suðuroy í 2015 fara undir at bjóða eina felags góða tænastu á eldraøkinum, og eg fari eisini at leggja truplu samráðingartilgongdina afturum, sum farna í 2014.
Dennis Holm vísir á, at 2015 verður eitt sera spennandi og søguligt ár fyri Vágs kommunu.
- Í komandi ári letur upp nýtt býarbókasavn í miðbýnum, og eisini verður Føroya fyrsti langhylur tikin í nýtslu í Vági. Hetta eru tvey tilboð, sum eg og mong onnur við mær eru sera spent uppá. Jú, 2015 verður eitt sera spennandi ár í Vágs kommunu, staðfestir borgarstjórin.