Google og Apple kappast so hart um at goyma myndirnar, at fyri frið skyld velji eg báðar. Eftir stendur, at hetta er hentasta og kanska besta kamera, júst tí, at tað altíð er við hondina. Nú árið rennur út, havi eg funnið fleiri enn trýhundrað myndir, eg haldi vera góða. Men alt við máta. Úr rúgvuni havi eg í tíðarrøð valt nakrar ársmyndir, eg sjálvur haldi vera verdar at steðga við á blogginum, innan vit sleppa árinum. Byrjað verður fyrsta dagin í árinum, tá kubanski presturin, Felix, keypir eina motorsúklu og sendir mær ein film um nyttuna í føroyskt fíggjaða keypinum. Eitt sindur av teksti er afturvið myndunum, ið ikki bara lýsa film, matgerð og tónleik, men eisini ein túr í skannaran í Klaksvík, sum í Sjúkrahúsbrekkuni elvir til ein tekst, eg eri farin at kalla innkókaðan. Góðan lesihug - í myndum og teksti!
Les meira her: Árið í myndum - og eitt sindur av teksti










